Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Kvinnulandsliðið í fótbólti var í morgun gestur í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu. Talan var um eina stutta móttøku at heiðra góðu úrslitunum hjá liðnum og at stuðla teimum til innleiðandi HM-kappingina í Føroyum, sum byrjar í morgin.

Annika Olsen, borgarstjóri, nevndi, at frá í morgin og fram til 11. apríl skal føroyska kvinnulandsliðið spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum. Tríggir sera spennandi dystir eru á skránni, og mótstøðuliðini verða Luksemborg, Montenegro og Turkalandi.

- Vit hava sæð, at tað eru summi av tykkum sum halda, at føroyska liðið hevur møguleika at fáa stig í øllum dystunum - eisini móti Turkalandi. Tit hava fyrimunin á heimavølli og vit skulu gera alt vit kunnu fyri at karmarnir eru teir bestu, og at tit fáa allan hugsandi stuðul til dystirnar.

- Tað er onki yvir at dylja, at tað er ein barndómsdreymur hjá teimum flestu, einaferð at sleppa at leika á einum landsliði. Hetta, at sleppa at spæla við kvinnulandsliðnum til eina innleiðandi HM-undankapping, tað er stórt - eisini fyri tykkum, sum frammanundan hava roynt tykkum á U17 og U19-landsliðunum.

- Eg fari at heita á tykkum - hóast tit hava nógv um at vera - at njóta hesa lítlu løtuna saman við okkum í vissuni um, at tit hava okkara fulla stuðul. Og eg skal vegna Tórshavnar kommunu ynskja tykkum alt tað besta, segði Annika Olsen m.a. á móttøkuni, har fleiri røður vórðu hildnar og borgarstjórin bjóðaði ein bita.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo