Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
- Alf Larsen
Onnur tíðindi

- Eg ætli mær ongantíð heimaftur, skrivar 21 ára gamla iranska Kimia Alizadeh í boðum á sosialu miðlunum. Hon vann bronsu við OL í Rio de Janeiro í 2016, har hon kappaðist við aðrar kvinnur úr øllum heiminum í taekwondo. Og tað er fyrsta OL heiðursmerki sum ein kvinna nakrantíð hevur vunnið fyri Iran.

Men nú hevur hon stungið í sekkin og er rýmd av landinum.

- Eg eri ein av fleiri milliónum kúgaðum kvinnum í Iran, sum stýrið hevur spælt við í áravís, endurgevur BBC hana fyri at siga.

Sum skilst var hon á venjingarlegu í Niðurlondum, tá hon tók avgerðina um at søkja sær skjól í øðrum landi og ikki fara heimaftur.

- Eg klæði sum teir siga og geri alt sum teir siga. Men ongin av okkum hevur nakað at týða fyri teir. Vit eru bara tápulingar, skrivar hon millum annað á Instagram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo