Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Føroysku kvinnurnar eru til reiðar at møta Montenegro í næsta dystinum í innleiðandi HM-undankappingini. Dysturin verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 15:00 - Mynd: Jóanis Albert Nielsen

FSF: Føroyska kvinnulandsliðið kom væl frá byrjan, tá tær hóskvøldið spældu fyrsta dystin í innleiðandi HM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Luksemborg, og úrslitið gjørdist 5-1 til Føroyar. Veðrið á Tórsvølli hetta kvøldið var ikki av tí allarbesta, men tað forðaði tó ikki áskoðarum at koma og hyggja at dystinum. Áleið 490 fólk møttu upp.

Dysturin var sjey minuttir gamal, tá Heidi Sevdal megnaði at leggja Føroyar á odda. Hetta var ikki seinastu ferð, tí eftir tað kom bólturin ferð eftir ferð inn um málstrikuna hjá Luksemborg. Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Lív F. Arge vóru eisini við í málveitsluni. Dysturin endaði við, at Føroyar vunnu 5-1.

Føroyska hetjurnar aftur á vøllin í morgin
Í morgin (leygardagin) klokkan 15:00 møta føroysku landsliðskvinnurnar liðnum hjá Montenegro á Tórsvølli. Montenegro hevur longu spælt ímóti Turkalandi hósdagin, har Turkaland vann 3-0.

Kvinnulandsliðið hevur góðar vónir til dystin í morgin – serliga eftir stórsigurin ímóti Luksemborg. Tær ásanna tó, at hendan uppgávan helst verður meira trupul.

- Gott nokk vunnu vit stórsigur í gjár, men Montenegro er eitt betri lið enn Luksemborg. Men um vit hugsavna okkum á sama hátt, so hava vit góðar møguleikar at fáa eitt gott úrslit, sigur liðskiparin Rannvá Andreasen.

Nógv á skránni uppundir dystin
Í morgin verður veðrið í øllum førum ikki ein hóttan. Í morgin verður lítið av vindi og turt í veðrinum. Harumframt hava fleiri fótbóltsfeløg fyriskipað útgerð til dystin við gentuliðum, og umframt tað verður møguligt hjá børnum at fáa andlitsmáling áðrenn dystin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo