Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Tað gongur væl við útstykkingini Frammi í Gerði í Kvívík, har nærum øll grundstykkini eru seld.

Kommunan útstykkjaði fyri trimum árum síðani seks grundstykki ovarliga í bygdini, og í ár eru 18 nýggj grundstykki útstykkjað og verða byggibúgvin tíðliga næsta ár. 

Heri Müller, borgarstjóri, upplýsir fyri VP, at tað er stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum í Kvívík, og ikki bara fólk við tilnýti til bygdina men eisini úr øðrum kommunum vilja koma har at seta búgv.

Hann sigur, at tað helst eisini ger mun, at barnaansingin í Kvívík er ókeypis. Samstundis er kommunuskatturin 20,75% og barnafrádrátturin góðar 5.000 krónur.

- Eg havi skilt, at tað er við til at gera tað lættari at fáa fígging til sethúsabygging her, tí krøvini um tiltøkupening eru minni her enn í øðrum bygdum, sigur Heri Müller, borgarstjóri í Kvívík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo