Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Stórtíðindi

Millum annað myndir av bátinum hjá italiaranum Sergio Davi, sum heldur Ólavsøku í Havn, men sum er á ferð úr Palermo, Sisilia, til New York, USA.

Báturin hevur tveir motorar á 350HK hvør, og fær siglt við 50 míla ferð, men vanliga sigur Sergio, at ferðin liggur um 25-28 míl.

Hann er komin úr Skotlandi til Føroya, og skal so víðari til Íslands og Grønlands. Hann roknar við at ferðin fer at taka einar tveir mánaðir, og ætlar hann sær at seta heimsmet, sigur hann, tá ið vit fáa eitt orð á hann.

Til ber at lesa meira um Sergio á hansara heimasíðu.

Sí myndir úr Havn her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo