At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Vágatíðindi

Vága prestagjald og prestarnir: Í sambandi við at fyrrverandi Vágaprestur David Johannesen gjørdist 70 tann 19.05, verður skipað fyri kvøldsetu við sangi og upplestri úr skaldskapinum hjá David Johannesen.

Tónaskøld úr Vágum hava gjørt løg til sálmar og sangir, sum verða framførdir á kvøldsetuni. Vágakórið syngur undir leiðslu av Katrin á Borg Johannesen, Knút Olsen hevur gjørt lag til ein av sálmunum.

Um framt Knút Olsen, hava Holgar Jacobsen, Valdemar á Løgmansbø og Jón Eirik Joensen, sum eisini er organistur í Miðvágs kirkju, gjørt løg og framføra á kvøldsetuni.

Eftir løtuna í kirkjuni, verður boðið til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo