Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Krutl

Kylie Armstrong úr Melbourne í Avstralia fekk nýliga eini tung boð frá læknanum. Hon hevði fingið bróstkrabba og mátti skurðviðgerðast.

Diagnosan kom sum eitt sjokk, tí Kylie hevði ikki følt nakað.

Men orsøkin til, at hon kortini fór til læknan var tí hon sá smáar broytingar í húðini á bróstinum, skrivar norska TV2.

Og nú ávarar Kylie aðrar kvinnur um, at bróstkrabbin kann hava fleiri symptomir.

Á Facebook-profilinum hevur hon lagt hesa myndina út, sum avdúkar krabbameinið.

«Hygg gjølla at hesi myndini», skrivar hon. «Hesar tríggjar kullurnar niðast á bróstinum eru tekin um bróstkrabba!»

Og myndin er longu deilt yvir hundrað túsund ferðir, skrivar TV2.

Síggj hennara profil her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo