Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Hannah Mouncey spældi fyri trimum árum síðani á avstralska hondbóltslandsliðnum fyri menn. Nú spælir hon á kvinnulandsliðnum. Hon fór sum 29 ára gomul undir tilgongdina at skifta kyn. Beint undan ársskiftinum spældi hon sín fyrsta dyst fyri kvinnulandsliðið í Asiameistarakappingini, har Avstralia bleiv nummar fimm.

Síðani hevur eitt kjak tikið seg upp um kynsskifti innan toppítrótt, serliga tá menn blíva kvinnur, tí tað blívur skjótt ein spurningur um fysiska styrki. Hannah er næstan 190 cm høg og vigar 100 kilo.

Aljóða Olympiska Nevndin (IOC) hevur ein regul um, at kvinnur í ítrótti ikki mugu hava ov nógv mannlig kynshormon í blóðinum. Markið er í mesta lagi 10 manomol fyri hvønn litur í blóðinum, og Hannah Mouncey gongur undir hetta markið. 

Jyllandsposturin skrivar, at tað er møguleiki fyri, at danska kvinnulandsliðið fer at møta avstralska landsliðnum í HM kappingini sum verður í Japan í desember. 

Sjálv sigur Hannah Mouncey um sína avgerð at halda fram í toppítrótti, at hon ikki fær verið ítróttin fyri uttan.

- Eg visti ikki, hvussu nógv eg hevði brúk fyri ítróttini, fyrr enn eg ikki hevði hana meira. Hon er ein so mikið týdningarmikil partur av mær, at eg als ikki fái livað uttan, sigur hon við miðilin Players Voice.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo