Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Politikkur

Føroysku húsarhaldini og vinnan kunnu framyvir fáa stórar ágóðar av lægri el-prísum, um vit bera okkum rætt at og skipa ein frían el-marknað, har ein fræls vinna við nógvum aktørum kappast um at veita bíliga og dygdargóða orku til samfelagið.

Á orkuráðstevnuni hjá Sambandsflokkinum 7. apríl, var nærum full politisk semja um, at ein frælsur og gjøgnumskygdur el-marknaður er vegurin fram til at útbyggja varandi orkuna munandi og tryggja lægri prísir til húsarhald og vinnu. Harvið kann kappingarførið hjá verandi vinnu styrkjast munandi og nýggir vinnumøguleikar taka seg upp.

Danski orkumálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, vísti á stóru framstigini, ið eru hend innan varandi orku í Europa og legði serligan dent á týdningin av at skapa ein frælsan el-marknað fyri at náa grønu orkumálunum. Hann segði, at tað at fáa ein frælsan el-marknað og fremja útbyggingar av grønari orku, ganga hond í hond og hanga óloysiliga saman.

Føroyingar kunnu læra av royndum frá øðrum londum, har ið el-marknaðurin er býttur upp í trý, nevniliga 1. el-framleiðsla, 2. net og 3. el-søla. Vanliga verður netið umsitið av einum almennum felag, meðan el-framleiðsla og el-søla verða bjóðað út til privatu vinnuna at taka sær.

Hetta uppbýtið í tríggjar lutir, er við til at tryggja kapping innan bæði el-framleiðslu og el-sølu. Kappingin tryggjar mest møguligan effektivitet, innovatión og lægri prísir.

Sostatt varð greiði boðskapurin frá orkuráðstevnuni, at politiski myndugleikin sum skjótast eigur at broyta verandi lóggávu og loyva privatu vinnuni og fólkinum framat í framleiðslu og sølu.

Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum: Facebook - Sambandsflokkurin

Les meira:

Grøn orka: nýggja vinna við nýggjum størvum

Føroysk grøn orka heldur enn innflutt svørt orka

Sera væl eydnað ráðstevna um grøna orku

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo