Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Upp undir jól stóð ein digur grein um læknastríðið í Dimmalætting (22. des.). Flott uppsett, heilar seks síður og journalistiskt okey. Avísin skal seljast. Sum einki er at siga til.

Blaðstjórin hevur helst viljað lagt eitt stórbært strok ella lok - við sakligum innihaldi - út yvir tann meldur, sum í adventini tók seg upp um mál frá ávísari síðu - eisini um bók mína. Og alt gott um tað.

Eg havi lisið greinina við áhuga, sum bara bleiv enn eitt skuffilsi. Einki nýtt kom fram á torg, sum so. Og eg taki hetta ikki persónligt.

Kjølbro og andstøðan
Fyrst kom fyri ein togtogan um Kjølbro og andstøðu partafelagsins í millumkrígsárunum. Nú, lívið ber við sær, at vit halda okkum velja mangt á leiðini; men ofta flýtur okkara politiska støðutakan tó bara í ættarblóðinum (!). Búðamenn vóru/eru framúr hittinorðaðir skemtarar og ofta javnaðarmenn. Hetta er helst komið av, at Christoffur í Búðunum, sum í mong ár búði í USA, har gjørdist hugtikin av arbeiðararørsluni. Og afturkomin kom hann at ávirka ætt og umhvørvið.    

At Jákup á Bakkanum, bygdaráðsformaður og løgtingsmaður (Jav.), var ein meiri boysin garpur móti JFK, er eingin loyna. Men hví tað? Møguliga - politiskt/persónligt/religiøst - ella okkurt annað (øvund helt onkur) agg. Soleiðis kann lívið arta seg. Men hetta hevði einki við læknastríðið at gera.

JFK hótti við at flyta virksemi úr bygdini – men hvussu ofta hóttu A. P. Møller og Mærsk Mckinney Møller ikki við at flyta úr Danmark, og sum teir framdu? Tí vinnulív og peningarensl vilja yvirhøvur  vera har, sum líkindini eru tey frægastu fyri at hóra undan. Soleiðis er tað bara.

Greinskrivarin
Ikki er tað nakað tungt uppdrag at skriva eldri søgu. Ofta slepst við at skriva av úr eldri keldum, og síðani forherligandi at seta sítt egna navn undir. Men við samtíðar søgu er takið nakað heilt annað. Og her fer Hans Andrias Sølvará so logandi skeivur, at hann, eftir mínum tykki, ikki er egnaður at skriva nútíðar søgu. Í greinini um læknastríðið - so langt undan einari nøkulunda niðurstøðu  – tá leka allir høvundans fordómar og stikni út millum skins og holds. Tíverri. Og hetta kennist hugstoytt.

Og greinskrivarin er ikki hvør sum helst. Hann er dekanur í søgu á Setrinum. Hevur skrivað nógv. Óføra nógv. Og tungt. Kanska ikki alt bestseljarar. Men tað ger minni, tí kostnaðin ber tað almenna.

Umframt søgu hevur hann eisini skrivað bøkur og greinar um, hvat ið hann sjálvur (?) heldur um ta túsund ára gomlu bókina við svartari permu; sum í øldir – hóast frábrigdi í uppfatan – tó hevur verið innihaldið í lívsáskoðan fedranna og okkara.

Alt er útgivið av tí fína forlagi setursins: Fróðskapur, “ Faroe University Press”. Í ritstjórnini eru: Andras M. Mortensen, fm., Zakaris Svabo Hansen og Annika Sølvará, ið eisini er stjóri.

Táið ein er lærari á einum hægri lærustovni, har ið óroynd og moyr ungfólk leita sær vitan og ráð, tá má ein vitiliga vera sera vandin og objektivur í allari síni undirvísing, sum hann/hon fær løn fyri.

Olaf Halvorsen
Og hvat fingu vit so her at lesa?  Jú, tað sama sjaggið, ein grundleysan vavstur  við óseriøsum ákærum. Halvorsen var ófriðarkroppurin yvir allar, “kundi við síni ivasomu fortíð, illa fáa starv aðrastaðni, vildi tí vera í Klaksvík...”. Og fyri at krógva seg?

Nei, Halvorsen hevði einki skeivt gjørt til sakar ella at fjala. Hetta er bara tann danska politiskt korrekta áskoðanin, sum hinvegin hevur nógv at fjala. So dossleitt her dagar undan. Og hetta hevur dekanurin eftir hesum at døma tikið til sítt tjóðskaparliga hjarta. So harmiligt. Tí hetta er hvørki vísindi/fróðskapur ella sannleiki; men nakað konstruerað møsn. Sum enn kemur fyri á miðnámi um landið og nú frá Setrinum við – og so fjart frá veruleikanum. Sí “Herskin herðindi” (s. 93-97, 401-402).  

Halvorsen verður eisini útspiltur fyri ikki at vilja góðtaka eitt “semingsuppskot“ . Framsett undir stórum trýsti suðuri í Havn. Har hann skuldi avloysast sum lækni, fara av sjúkrahúsinum og ganga fyri einki í fleiri mánaðir (kanska lossa á kaiini ella trilla sildatunnur?) og búgva til leigu hjá Hákuni Djurhuus ímeðan.  Nei, Halvorsen skuldi als ikki góðtaka nakra semju, tí hann var als ikki partur í málinum. Hann segði bara sum var, at bleiv hann avloystur, so fór hann úr starvinum. Ja, hvat annað?

Greinskrivarin avdúkar eitt betent agg til persónin Halvorsen, sum hann yvirhøvur ikki kendi. Men á s. (424-430) eru fleiri ummæli  frá núlivandi, sáttligum fólkum, sum væl kendu Halvorsen, og sum rósa honum almikið - bæði sum lækna og persón (Petur Jákup Sigvardsen, Amalia Hansen o.fl.).

Jú, “Halvorsen møtti í nazibúna og nazistivlum” til ein fyrilestur, skrivar dekanurin forfardur. Olaf hevði ikki fingið tíð til at skifta klæðir. Hann fekk átalu fyri hetta, sum eingin fekk mein av. Og tað hendi ikki aftur (s. 96). (Men alt kann brúkast í agginum).

So langt undan, at nakar visti um týskar illgerðir, var Halvorsen sum studentur limur í tí púra týdningarleysa danska flokkinum DNSAP (3 av 151 á fólkatingi) frá 8. juli 1938, og hann meldaði seg úr flokkinum á sumri 1940 eftir týsku innrásina á Danmark; men bleiv ikki strikaður sum limur fyrrenn tann 6. januar 1941. Og eftir hetta skutu nazistarnir “hansara fyrrverandi vinir” eftir honum í bilinum við skørpum - sambært Jørgen, soni hansara, ið var við í bilinum (s. 96). 

Eftir hetta (27 ára gamal) blandaði Olaf Halvorsen (1913-1993) seg als ikki upp í politikk. Men fyri hetta unga mistakið bleiv hann forfylgdur av sínum starvsfeløgum um lond og av 5’arum við fyri lívið. Og summi gera tað enn! (Jú, tann sum er reinur...!)

Ungir nazistar og kommunistar
Jú, hatta við ”nazi-haminum og nazi-gaggunum” er sera heppið og kostiligt at fáa við í Føroya søgu (!). Tó eingin revsiverd brotsgerð  – tað forstendur hvør høna – tí hvat so við teim donsku politikarunum, sum í samhuga við fólkið niðri (kanska í Føroyum við) sum so opinlýst í frekum “dularbúna” samstarvaðu við týska hersetingarvaldið – og lógu skerflatir fyri Der Führer, Hitleri – fram til uppreisturin tann 29. august 1943?

Og hvussu við teim ungu nazistunum og (ambassadu-steinandi) kommunistunum? Sum uggabreiðir hava sitið og sita fjálgt á tindum samfelagsins. Skulu vit, av teirra støðutakan á óbúnum aldri, forfylgja teimum fyri lívið? (Báðar hesar øðiligu politisku “ismurnar” týndu mannaættina við uml. 100 milliónum av lívlátum – í part!) - ?  Nei, hetta verður so ikki gjørt við mínari hjálp, vil eg fegin heilsa og undirstrika her!

Undir læknastríðnum vóru fáfongdar fyribrigdi í brúki, so sum: Eina super-nationalismu øðrumegin - og so hinvegin: Ein fram eftir grúgvu grulvandi undirbrotligheit yvir fyri tí  danska læknafelagnum. Ein skizufrenur hugburður! Alt samantvinnað við einum lofnaðum politiskum handverki. Soleiðis var tað.

Happing og hevnd
Støðugt verður júkað um, at minnilutin, “5’ararnir”, bleiv happaður. Við stikni vendi eg mær frá slíkum ólagi í bók míni (s. 423-424). Og at minnilutin bleiv hóttur eftir lívinum og jagstraður av bygdini. Men ikki eitt sakligt (faktuelt) dømi verður nevnt, sum avdúkar hetta uppáhaldið. Meðan mong í meirilutanum blivu ítøkiliga meinslað, avbard, forfylgd, fongslað og órættvíst dømd. Men rørir hetta við dekanin á Setrinum?

Og dekanurin hevur um landið hildið fleiri fyrilestrar í mestsum “komiskari” prosent-rokning, og hann  heldur seg eisini til at skriva Klaksvíkar søgu. Ja, eg meini tað(!). Ja men, í hvørjari forkromaðari, akademiskari og veruleikafjarari verð mann hann ferðast í suðuri  Havn? Kennir hann ikki ein gang klaksvíkingar upp á persón, ætt ella á fólkaferðini? Og teirra sereyðkenni? (s. 19-20).  
 
Tí ongantíð havi eg higartil hoyrt nakran siga, at “Halvorsen sveik (okkum)so dyggiliga”  - tann stóra meirilutan av klaksvíkingunum - við at fara avstað úr starvinum  - uttan frá einum “fimmara” sum Hans Andrias Sølvará. So merkiligt, ha? Tí vóru tað ikki júst “5’ararnir”, sum ynsktu Olaf Halvorsen hagar, sum piparið grør ella longur burtur? So hetta uppáhaldið lekur bara sum soldið!
                                                                                                                                                                                                                                                      
Vóru hesi uppreistrarfólk?
Ført verður fram, at meirilutin av klaksvíkingum vóru uppreistrarfólk. Olaf Halvorsen var orsøkin til alt stríðið og hevði alla ábyrgdina, og hann royndist mongum klaksvíkingum ein lúnskur svíkjari.

Men, hava vit ikki hoyrt hetta “Jeremiadu-kórið” fyrr?  – frá donskum embætismonnum, firtnum  læknum og føroysku/donsku politikarunum - bæði í dur og moll og yvir í falset? So politiskt korrekt!

Men tað passar bara ikki, sum her verður júkað. Tað er so langt úti - so fordømandi og óseriøst.

At hesir oddvitar og heiðursmenn vóru uppreistrarmenn/ófriðarkroppar: Poul Jákup Olsen (á Dalinum, so hendinga heiðurs- og hampafólk), Viggo Joensen, Poul Skarðenni (Stellu-Pól), Richard Jacobsen, Fischer Heinesen, Óla Jákup Jacobsen, Páll Róland Poulsen, Einar Waag og onnur?

Og at teir brosandi ungu dreingirnir og menn  (s. 251-250) – sum eru eyðmerktir á myndini við tølum á enninum av dønum  – og sum friðarliga loystu endarnar, tóku landgongdina frá “Tjaldrinum” tann 21. apríl 1955 - vóru nøkur bartrog og búrhundar? Eitt nú vinmaður mín, Jógvan Jacobsen hjá Andriasi úr Kunoy (heiðurslimur í KÍ), systkinabørnini Kári og Magnus Kjelnæs (tann eleganti halfbakkurin á 66-liðnum), Esmar Poulsen,  Amaliel Hansen, Jákup Purkhús og Martin Nielsen. Og hjástaddir vóru Markus Heinesen, Birni Hansen og Herman Petersen (síðuvinmaður mín í klassanum øll árini).

Hesir hava - mær vitandi - ikki fingið so frætt sum eina parkeringsbót í lívinum! Og frá stýrimanni á “Tjaldrinum” henda dagin havi eg fingið váttað, at als eingin vandi var á ferð. Tað var fínasta veður, stýriborðssíða at kai, og eftir lítlari løtu fóru motorarnir í gongd, og skipið helt beina leið út á Pollin.

Læknafelagið og Halvorsen
Í skemdarskrivi læknafelagsins, dagfest 6. apríl 1953, undirskrivað av landslæknanum og formanni felagsins, standa hesi høggini: Olaf Halvorsen fær neyvan starv í Danmark. Hann er óálítandi. Hevur ábyrgdina av læknastríðnum (s. 112-121). Hann skal tí burtur av bygdini. Annars fara læknarnir í Føroyum at siga galdandi sáttmálar upp, og við hesum forða fyri at nýggir læknar fáast til landið!

Altso, ein ómetalig og vanlukkulig hóttan um - at bumba alt fólkið og landið við aftur í ta myrku miðøldina – ja men, hvar blivu nú tey dýru læknalyftini av?

Og Halvorsen svarar læknafelagnum aftur tann 9. apríl 1953: Eg verði ákærdur og dømdur av mínum mótstøðumonnum. Uttan juridiskt innlit. Men eg  eri bara í parti við teim sjúku, og kenni meg fast bundnan av míni samvitsku (av læknalyftinum) at vera verandi her - til eg verði avloystur.

Sí egna referat løgmans (s.230-231), ið varð sent til Hans Hedtoft, forsætisráðharra, frá eini telefonsamrøðu, sum løgmaður hevði við Olaf Halvorsen tann 5. august 1954:

O. Halvorsen: “Hvad ønsker De at tale med mig om. Er De patient?” 

Kr. Djurhuus: “Det er ikke som patient. Det er om den sag, der optager sindene her i Klaksvig, lægesagen.”

O. Halvorsen: “Lægesagen har jeg overhovedet intet med at gøre, det er en sag mellem “folket” og myndighederne. Den vil jeg ikke indblandes i. Jeg passer mine patienter.”

Vit í meirilutanum
Fyri okkum, sum fylgdu við tá, var eingin ivi um støðuna hjá Halvorsen: At honum dámdi væl at vera í Klaksvík; men hann var av stýrinum sagdur úr starvi til tann 1. apríl 1953, og at hann tí mátti fara úr hesum starvi, um hann varð avloystur. Og tá gjørdist helst eingin vón fyri, at hann kundi koma aftur.

Tí hann hevði jú søkt um fast starv við sjúkrahúsið, har hann stríddist og røkti starvið fyrimyndarliga bæði dag og nátt. Ikki minni enn heilar 3 ferðir, søkti hann starvið, men varð vrakaður av tí (ólógliga) sjúkrahússtýrinum. Soleiðis var tað. Og skuldi hann so - til spott og rukku - halda fram við at søkja?

Men tann ovurstóri meirilutin í Norðuroyggjum vildi bara ikki av við henda framúr evnaliga læknan, eftir at læknadømið í landspartinum læknaliga hevði verið so sera illa fyri, líka síðani Vagn Stærmose, lækni, doyði í 1949. Tá, og tí, var av heiðursmonnum roynt at ávirka støðuna: Fyrst við eini adressu og síðani við vinaligum samráðingum og við margfaldum áheitanum. Men tann kalda øksl myndugleikanna var sum knívur á hørðum horni: Einans lótir, undanførslur, svik  og hóttanir - sum aftursvar. Og tí kom broddur í - ! 

Nakrir av omanfyri nevndu álvarsmonnum stóðu tí forðandi við atløgusíðu og bunkarenda í tøgn,  hond í lumma, í passivari mótstøðu mótvegis teim maktsjúku donsku/føroysku embætismonnunum úr Havn. Tí hetta var teimum eitt so serstakt álvarsmál – upp á lív og deyð! Hetta eigur tí ikki at undra nakran, og tað kann váttast av fólki, sum vóru við frá fyrsta degi av.

Hví varð Halvorsen ikki skuldsettur?
Olaf Halvorsen fór líka tignarliga úr starvinum, sum hann royndist sum lækni (s.273-274). Og hann varð væl vitjaður seinni undir “Boganum” í Kjøpinhavn av sínum vinum úr Klaksvík. Og tey vóru væl móttikin. Og Halvorsen fekk hinvegin ríkiligt at takast við sum lækni  – mest sum ovmikið – sambært vinarliga bræv hansara til Fischer í fongslinum, dagfest 9. februar 1956 (á s. 401-402.)

Og høvdu donsku myndugleikarnir yvirhøvur har nakað at finnast at Olafi Halvorsen? So høvdu teir allar møguleikar til at gera nakað við hetta revsimálið niðri í Danmark; men ikki við einum orði skuldsettu teir hann. Har var so ikki neyðugt at senda vápnað herskip um høv - fyri at handtaka mannin (!). 

Tær tríggjar súlurnar og justitsmorð
Jú, vorðið sum rættarsamfelag? Ella høvdu tær tríggjar greitt atskildu súlurnar (lóggevan, politivald og dómsvald) - sum okkara grundlóg og demokrati  hvílir á - bara stungið høvdini saman sum eitt samfelt revsandi maktar samtak, ið ágangandi virkaði undir og fyri tí høpisleysa hatrinum frá tí danska læknafelagnum móti Halvorsen og klaksvíkingum - fyri 601 krónur og 50 oyru?

Tí teir valdu heldur at revsa aðrar hampamenn í Klaksvík, og fyrst tann gløgga Fischer Heinesen. Tveir vápnaðir politistar handtóku hann inni við hús, meðan eini 15 kringsettu heimið (taldi onkur). Fischer sat vanærdur í fongsli í 8 mánaðir. Meðan allar ákærur vóru afturvístar. Eitt klokkureint  justitsmorð?

Og so Poul Kajer (s. 294-296, 344-346, 364) sum sat næstlongst:  4 mánaðir í fongsli (og sum í dag ivaleyst hevði verið undir forsorg). “Salatfatið” steðgaði uttan fyri dyrnar hjá Olafi á Stongunum.

Síðuhurðarnar fóru upp á víðan vegg. Tveir bulmiklir politistar fóru inn til Olaf, og út komu teir við Poul, sum stríddist, spraklaði og spjálkaði fyri lívinum. Skilti einki. Hann bleiv blakaður inn í “Fatið” og rendur umborð á fangaskipið “Ternuna” av sita! Hetta eins og mong onnur, ið fingu høpisleysar dómar at kenna. Nevndi nakar hugtakið rættartrygd?

Ja, tak t.d. tann vælhýrda skilamannin Hans Jákup Justesen, sum av tilvild kom framvið eftir  havnarlagnum hetta kvøldið (27.09.1955) og segði bara: “Vit valdu loysing í 1946!” Hey, fyri hetta varð hann handtikin í heimi sínum norðuri á Strond (hjástødd kona og 7 døtur). Settur í fongsul og fekk í 2 mánaðir. Tó fríkendur í landsrættinum – men hevði sitið í 23 dagar – fekk ongar skaðabøtur (s. 362).

Eitt drama
Hevði tað eydnast onkrum at evnað til eina ljóðmynd, drama ella sjónleik um ein  lækna, sum í rúilsi, stúran og andvekri hevur hugsað:  “Hvat nú, um telefonin ringir, tí tað stendur um lív úti í Fugloy, Svínoy ella bygdunum eystanfyri – so eg má fara við 17 tons bátinum “Medicus” eystur um Múlan á høgætt í nátt? Ella um ringt verður úr hinum bygdunum í Kalsoy ella Kunoy við á náttartíð?”

Og so skuldi læknin tó verða klárur, táið morgunin dagar undan, at veita øllum sjúklingunum á sjúkrahúsinum og um allan býin tað neyðugu hjálpina, ið teimum mundi tørva.

Nátt eftir nátt - dag um dag – vikur og mánaðir og ár – einsamallur og uttan ein tann einasta frídag ella feriu. Og hataður av sínum hálu og hyklandi starvsfeløgum um land og ríki - og kendi stikni frá ávísum í býnum við.

Hetta dramaið kundi eisini verði avmyndað við einari hóskandi afturundirgerð frá teim djørvu monnum og kvinnum, sum tordu at tala “Roma mitt imot”, sum slógu ring og vakt um sjúkrahúsið og tey sjúku og teirra avvarðandi, sum óttafull stúrdu fyri síni kæru í ófrættum. Og um sítt sjúkrahús!

Skruvan á sárinum
Eg havi skrivað, at skruva er komin á sárið, og um upphavið til bókina á aftastu síðum. Onkur hevði helst klárað at skrivað bókina betur; tó “stílurin er maðurin”, segði Paul V. Rubow, professari.

Og tað átti ikki at verið nøkur orsøk til stórvegis órógv, um fleiri hjástødd lýstu eina yvir 60 ára gamla serstaka søgu. Líggjas og eg hava í bókum lýst okkara uppfatan og royndir í sambandi við orrustuna. Hetta á leið við somu áskoðan og somu línu, hóast alt ikki spraklar eins á línuni. Og eru óvinir? Nei, als ikki!
“Latið ei søguna doyggja ...”, hetta verður sungið við ymisk høvi. Men kanska er tað betri um søgan bara doyr, heldur enn at hon verður rangsnúgvin eftir vild og av  órøttum. Hetta djúpt sorgarmerkta málið - um lív ella deyð og lagnur manna - fyri allan landslutin fyri norðan.

Tey, ið “sigra”, skriva søguna. Men maktin eigur hana ikki. Heldur ikki søgufrøðingar. Danir blivu villleiddir av vánaligum embætismonnum og vaknaðu ov seint við kaldan dreym, og tí royna teir sum frægast at siga sína søgu besta. Men til fánýtis. Og eingin eigur at kíka hesar donsku undanførslurnar!

Ullintar undanførslur úr gomlum avísum, fundarfrágreiðingum, við hissini prosent roknikynstri ella sneytan í privatum brøvum – við liðhalli. Tað ber ongan søguligan samleika fram á torg.

Samanumtikið
Sigurð Joensen, landsrættarsakførari og framúr røðari - og við eini rødd sum hoyrdist - í klassa við hugvekjandi brandtalarar sum: Jóhan Nielsen, prest, og Petur Reinert, lækna, (og Tobba, forrestin) sum í rættinum var verji fyri tey atsøktu úr meirilutanum (s.150, 343, 356), segði tað so stutt og  greitt:

At læknamálið hevði so ovurhonds nógv at týða fyri fólkið har norðuri var vegna tess: Táið faðir og sonur fóru avstað til skips um várarnar, tá vildu teir vita tað við vissu, at kona og børn teirra vóru í góðum hondum!

At orsøkin til adressuna var, at fólkið vildi hava Olaf Halvorsen til lækna, og at tey ikki vildu hava Eivind Rubek Nielsen til lækna. Og hví tað? Tí tey kendu báðar!

At eingin skuldseting og prógv av týdningi vóru í vitnisfrágreiðingunum, sum vóru førdar fram av persónum, ið sjálvir vóru djúpt innvavdir í málið – og bara frá hinari síðuni!

Arnstein Niclasen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo