Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

"Tað er ikki serliga hugaligt at arbeiða sum kommunulækni í Havn"

"Kommunulæknatrot í Havnini"

"Fleiri túsund hava ongan fastan lækna"

Yvirskriftirnar hava verið nógvar, men nú er læknatrotið í Tórshavnar kommunu loyst. Hetta hendi í dag, nú almenn móttøka var fyri 5 kommunulæknum, sum eru fluttir inn í Læknahúsini í Hoyvík.

Nógv fólk stukku inn á gólvið í nýggju hølunum í Hoyvík seinnapartin at heilsa uppá læknar og onnur starvsfólk, nú hetta stóra framstigið í Tórshavnar kommunu er veruleiki. 

Í Tórshavnar kommunu hava kommunulæknaviðurskiftini ikki verið nøktandi. Ikki færri enn 3800 borgarar hava vantað fastan lækna. Somuleiðis hevði kommunan onki nøktandi viðtaluhøli at vísa til.

Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á kommunulæknaøkinum er ásett í lóg um kommunulæknaskipan, har tað er ásett, at Heilsutrygd setir kommunulæknar og avloysarar í starv, og at kommunurnar útvega og rinda viðtaluhølir við neyðugum innbúgvi, tólum og amboðum til kommunulæknan.

Býráðið setti sær fyri at finna eina skjóta og góða loysn á viðtaluhølunum og fingu afturfyri 2 læknar. Í nýggja Læknahúsinum í Hoyvík eru 5 kommunulæknar.

Bygningurin er nýggjur, parkeringsviðurskiftini er góð, og atkomuviðurskiftini eru somuleiðis góð til báðar hæddir.

Teir 5 kommunulæknarnir, sum húsast í Læknahúsinum í Hoyvík, eru: Guðrun Mortensen, Bjarni Wardum, Turið Holm Johannesen (vantar á myndini), Amalia Danielsen og Birni Hansen. Á myndini eru eisini Annika Olsen, borgarstjóri, og Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Fleiri myndir eru at síggja HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo