Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Skúli

Saman við 20 øðrum fakfeløgum handaði Føroya Lærarafelag verkfalsfráboðana niðanfyri í fíggjarmálaráðnum á middegi í dag.

Við hesum verður boðað frá, at sáttmálasettu limir Føroya Lærarafelags fara í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag frá mánadegnum 15. januar 2018  kl. 7.00 til týsdagin 16. januar 2018 kl. 7.00. 

Verkfallið er galdandi fyri limir, sum starvast í fólkaskúlanum.

Verkfallið umfatar ikki tænastumenn, skúlastjórar, varaskúlastjórar og fyrstilærarar.

Føroya Lærarafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo