Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Skúli

- Vit í Lærarafelagnum hava eina hóming av støðuni við sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlunum. Javnan koma limir á gátt, ið kenna sítt arbeiði tungt, og sjónligt er, at sálarligu arbeiðsumstøðurnar ikki hava verið nøktandi. Skaðin kann vera so álvarsligur, at tey eru leingi burtur frá arbeiðinum ella kunnu ikki venda aftur til arbeiðsmarknaðin. Hetta kostar alt ov nógv, bæði hjá tí einstaka, skúlanum og hjá samfelagnum.

Soleiðis sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í oddagrein í Skúlablaðnum.

Hann vísir á, at tað er langt síðani at nøkur kannin er gjørd av trivnaði og arbeiðsumstøðum hjá lærarum í skúlanum.

- Danir tosa um Tarzan-syndromið, “at man skal kunne tåle mosten”. Hetta kenni eg tíverri alt ov væl aftur hjá skúlafólkum. Vit í skúlanum mugu ansa betur eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum, sigur formaðurin í oddagreinini.

Hann vísir á, at góðar arbeiðsumstøður og trivnaður hanga saman. Og ofta vísir tað seg, at lærarar og leiðslur ikki varnast vánaligu arbeiðsumstøðurnar, fyrr enn skaðin er hendur.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo