Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir 4 lærarum til Sørvágs skúla.

1 lærara í fast fulltíðarstarv frá 01.08.2019.

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2019/20.

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2019/20 vegna farloyvi.

1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20 vegna lækkað tímatal, tímar til serligan tørv og til avlopstímar.Talan er um niðursett tímatal. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2019.

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild.

Vit sóknast eftir telduvørði, sum er røkin og nærlagdur, og eftir lærarum, ið kunnu átaka sær flokslærarauppgávuna.

Annars sóknast vit eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í:    
Føroyskum  - donskum - enskum – støddfrøði - náttúru og tøkni - ítrótti – svimjing - handverki og list – lívfrøði – kristni – søgu – landalæru.

Tey, ið sett verða skulu:
• Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• Hava áræði at taka ábyrgd
• Duga at samstarva í toymum
• Virka í læringsleiðslu

Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági – sor@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20.06.19 kl. 12.00.
_________________________________________________

Í Sørvágs skúla ganga uml. 200 næmingar í 1. til 10. flokki.  Uml. 35 starvsfólk arbeiða í skúlanum.
Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess, at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 12 næmingum, 2 lærarar og 2 námsfrøðingar eru knýtt at sertilboðnum.

Aðalmál: fakligheit - kreativitetur - trivnaður

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo