Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Innlendis ítróttur

Fyri fyrstu ferð síðan 2017 hevur tað av álvara verið stuttligt at verið á Tórsvølli og sæð ein dyst hjá føroyska landsliðnum. 

Nú farið er til hálvleiks í dystinum ímillum Føroyar og Noreg er støðan enn 0-0.

Norra var vandameira liðið teir fyrstu 20 minuttirnar ella so av dystinum, men eftir tað tóku Føroyar tóku yvir og skaptu nakrar sera góðar møguleikar.

Í mun til dystin fríggjakvøldið ímóti Spania hevur hesin fyrri hálvleikurin verið ein stór uppreisn fyri málverjan Teit Gestsson, sum í tveimum umførum hevur bjargað framúr væl - fyrst í 11. minutti frá Markus Henriksen og síðan í 35. minutti frá Bjørn Johnsen. 

Føroyar mundu lagt seg á odda 1-0 í ávikavist 22. og 24. minutti eftir góð innlegg úr høgru síðu.

Fyrst var tað Hallur Hansson, sum legði innfyri til Atla Gregersen, sum stútaði framvið, og síðan var tað Gilli Rólantsson, sum legði innfyri til Klæmint Olsen, ið eisini stútaði beint framvið.

Í heila tikið hevur talan verið um ein javnan fyrra hálvleik, har Føroyar hava satsað mest uppá álopsspæl úr høgru síðu via serliga Gilla Rólantsson.

Verjuspælið hjá Føroyum, ið hevur verið skinklandi síðstu dystirnar, hevur verið á einari fínari leið hendan hálvleikin.

Eisini hevur hýrurin á føroysku áskoðarunum verið stak góður - væl betur enn vanligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo