Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Nakað av rumbli og orrustu hevur verið kring eldraøkið kring Skálafjørðin seinastu tíðina. Neistin, ið kyndi eld í bálið, var avgerðin hjá Skálafjarðar Samtakinum herfyri, at ganga ímóti ynskinum hjá borgarunum í Runavíkar Kommunu, um at halda seg til gjørda avtalu, um at hava Sambýlið á Skála koyrandi, til, heldur at niðurleggja sambýlið, og flyta búfólkini á Skála út í nýggju Sjóvarlon á Strondum, ið enn ikki er tikið í nýtslu.

Í Skálafjarðar Samstarvinum eru trý sambýli: á Nesi, á Skála og Strodnum. Somuleiðis hoyrir Mýran í Runavík undir samtakið. Hesir fýra bygningar eru mettir til eitt virðið uppá 33,8 milj. kr., har parturin hjá Runavíkar Kommunu er áleið 21,6 milj. kr., hjá Nes Kommunu 6,75 milj. kr. og hjá Stranda Kommunu 5,4 milj. kr.

Við øðrum orðum er parturin hjá Runavíkar Kommunu 64%. Sum hesi tøl vísa, so hevur Runavíkar Kommuna nýtt ein hóp av peningi til hinar kommunurnar í samstarvinum, einar 12 milj. kr. tilsamans, og tað er m.a. hesin fíggjarligi ójavnin, ið borgarar í Runavíkar Kommunu ikki skilja, at býráðið skal hava so stóran áhuga í at nýta, ístaðin fyri at brúka peningin í sínum egna øki, og fáa eina javnari fordeiling av eldrarøktarplássunum innan egið kommunumark (les Sambýlið á Skála).

Skálafjarðar Samstarvið hevur eisini avgjørt at flyta búfólkini av Mýruni niðan í Ellisheimið í Runavík, men í løtuni er eingin ætlan um, nær hetta skal fremjast í verki. Tað einasta, ið tykist hava skund nú, er at fáa flutt búfólkini út úr Sambýlinum á Skála út á Strendir.

Tá Sjóvar Kommuna avgjørdi at byggja nýtt sambýlið á Strondum, var tørvurin fyri búplássum so stórur í kommununi, at teir fóru undir at byggja heimið uttan at hava fingið nakra trygd yvirhøvur frá landsins myndugleikum um, at teir fóru at fáa fígging til dagliga raksturin, og nú, tá ið alt er lagt út til kommunurnar at umsita, er brádliga neyðugt at fáa aðrar kommunur at hjálpa til við at fylla heimið. Hvar bleiv tann lokali tørvurin á Strondum av, spyrja fólk í Runavíkar kommunu seg sjálvan.

Tað stutta av tí langa er, at borgarar á Skála ikki skilja eldhugan hjá Runavíkar Býráð til at hjálpa kommununum á Toftum og Strondum, bæði við íløgum og rakstrarstuðli á eldraøkinum, heldur enn at halda seg til tað, tey eru vald til at gera, at loysa verandi tørv, og at framtíðartryggja sínar egnu borgarar í egnari kommunu.

Um ikki semja fæst um at hava Sambýlið á Skála koyrandi, so eigur fremsta áhugamál hjá Runavíkar Kommunu at verða at halda seg til gjørda sáttmálan og siga upp Skálafjarðar Samstarvið, at avhenda bygningarnar aftur til kommunurnar, og soleiðis at fáa tann nýtta peningin aftur, og brúka hann til at nøkta sín egna tørv.

Vinarliga
Hans Jákup Johannensen, Skála

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo