Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Náttúruoyðingin á Sundi og vantandi fólkaræði 11

Býráðsfundurin í kvøld er ein lagnudagur fyri fólkaræði – nærdemokratiið í Tórshavnar kommunu – náttúru, skilvísi og umhugsni. Býráðið skal í kvøld viðgera eitt uppskot um at steðga á við ætlanini at gera eitt vinnuøki á Sundi og í staðin gera eina heildarætlan fyri henda partin á fjørðinum.

Grundleggjandi hava vit í Kaldbak víst á, at býráðið helt ikki Kommunustýrisskipanini fyri Tórshavnar Kommunu, samanleggingarsáttmálan millum kommunurnar og eina landsstýriskunngerð um sama.

Eftir kommunustýrisskipanini skal fólkavalda kaldbaksnevndin umrøða og gera tilmæli í øllum málum í Kaldbak, í Kaldbaksbotni og á Sundi. Í tilgongdini at leggja eitt vinnuøkið á Sundi í november ífjør, fekk Kaldbaksnevndin ikki málið til umrøðu, og hon fekk heldur ikki høvi at gera eitt tilmæli.

Ein borgarafundur í Kaldbak tann 12. juni samtykti at kæra Tórshavnar Kommunu fyri Kommunala Eftirlitið fyri ikki at halda demokratisku reglurnar við atliti at Kaldbaksnevndini.

Hvørki Kaldbaksnevndin ella fólkið við fjørðin visti nakað um ætlanina hjá býráðnum at taka ímóti gróti frá Eysturoyartunnlinum og leggja tað á Sundi. Vit hoyrdu tað sum slatur og leysasøgur í jólamánaðinum!!!

Ein borgarafundur fyrst í januar avgjørdi at skriva eitt hoyringsskriv í sambandi uppskotið at broyta byggisamtyktina fyri Sund – hoyringsfreistin var 20. januar – og biða Yvirfriðingarnevndina taka málið uppaftur.

Meiri enn 90 prosent av øllum íbúgvunum skrivaðu undir hoyringsskrivið, sum mótmælti ætlanini at leggja eitt vinnuøki aftrat á Sundi.

Men býráðið legði sektin á mótmælið frá teimum trimum bygdasamfeløgum við Kaldbaksfjørð.

Býráðið kundi bøtt um rættarbrotið í november í 2016, og víst fólkaræðiligan hugburð, eftir at hoyringsfreistin var úti. Býráðið kundi havt tikið ynskið hjá fólkinum við Kaldbaksfjørð til eftirtektar, men tað gjørdi býráðið ikki. Býráðið ikki so frægt sum setti seg í samband við Kaldbaksnevndina.

Eingin demokratisk klokka ringdi.

Býráðið vísti í verki, at tað hevði onga virðing fyri fólkinum á Sundi, í Kaldbaksborni ella í Kaldbak.

Og býráðið visti óivað, at tað breyt rættarstøðuna hjá gomlu Kaldbaks kommunu, tá ein meiriluti tann 2. mars framdi endaligu broytingina í byggisamtyktini fyri Sund.

Henda broytingin heimilar kommununi at leggja 450 metrar av náttúru á Sundi undir grót. Hetta er sum longdin á 5 fótboltsvallum. Og tann 27. apríl skrivaði borgarstjórin undir sátmálan við tunnilsfelagið um at taka ímóti grótinum og flyta tað á Sund. Ein gróthørð binding.

Eftir at málið gjørdist meiri alment í apríl – m.a. við nøkrum greinum um størstu náttúruoyðingina í Suðurstreymoy í hesi øldini – avgjørdi meirilutin í býráðnum at lata Sundsá fáa frið við einum lítlum geira eystanfyri.

Nú verður sagt, at hetta er fyri at ganga ynskinum hjá fólkinum við fjørðin á møti.

Álvaratos, góðu býráðslimir, nærum øll í gomlu kommununi hava sagt kortanei til hetta vinnuøkið, sum nú verður kroyst niður yvir okkara nærumhvørvi við sáttmála- og kunngerðarbroti. Eru tit greið yvir, at tit seta rættartrygdina til viks, og at tit fullkomiliga traðka á 240 borgarar í Tórshavnar kommunu?

Eitt er so tað, at býráðið fremur ætlanina við sáttmálabroti. Eitt annað er tann syndarliga støða, at býráðið er ikki til at vika, og tað lítir í blindum á sína tøkniligu ráðgeving.

Nú, vit hava funnist at býráði og kommunu, hava fleiri, sum bæði arbeiða við havnagerð og øðrum innan byggivinnu, vent sær til okkara. Vit kunnu bara staðfesta – uttan at fara út í æsir – at langt er millum sjónarmiðini hjá hesum við royndum frá vinnuni og einoygdu sjónarmiðini hjá ráðgevarunum hjá Tórshavnar kommunu. Hesa støðu átti býráðið at tikið til eftirtektar.

Býráðið er komið í rasshaft. Høvuðsorsøkin er ikki ókend í Føroyum: vánalig tilrættislegging. Og í hesum føri kann fólkaræðið og náttúran gerast taparin. Sund og Kaldbaksfjørður kunnu gerast stóri taparin, um skommin frá 1980-unum verður endurtikin.

Men vit vóna, at fólkaræðið, skilvísin og náttúran fara at sigra.

Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak 19. juni 2017
Jóhann Mortensen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo