Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Úrslitið hjá fyritøkuni í Klaksvík sum millum annað fæst við at framleiða pakkitilfar til alivinnuna, minkaði niður í 890 tkr fyri skatt síðsta roknskaparár. Tað skal samanberast við slakar 2,8 mió kr árið fyri og eitt miðalúrslit seinastu 15 árini uppá 1,46 mió kr.

Looknorth hevur forskotið roknskaparár sum gongur frá oktobur til septembur.

Eisini bruttovinningurin minkaði - úr 10,3 niður í 8,9 mió kr seinasta roknskaparár. Tað kann setast upp ímóti einum miðal bruttovinningi øll árini síðani 2004 uppá 5,5 mió kr.

Onki verður sagt um orsøkina til minkingina í ársfrágreiðingini.

Looknorth er annars væl fyri við rentuberandi skuld uppá 4 mió kr og einum eginpeningi uppá 16,6 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo