Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Stórt útboð í september, oktober og november gjørdi, at prísurin á laksi hevur verið trýstur nakað í seinastuni. Men nú eru útlit fyri, at hann er á veg uppeftir aftur.

Útboðið av serliga norskum men eisini kilenskum laksi var eitt skifti eini 26% størri, og tað sæst aftur í prísinum, segði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost við Útvarpið.

Nú prísurin aftur gongur upp kann væntast, at árið í ár verður gott hjá Bakkafrost.

Spurdur um árið í ár verður líka gott sum í fjør segði Regin Jacobsen, at tað er tað sum liggur í kortunum.

- Seinasti ársfjórðingurin manglar, men mongdirnar at taka eru størri í ár og tí burdi árið verið líka gott ella kanska heldur betur enn í fjør, segði Regin Jacobsen, og legði afturat, at 2020 helst eisini verður eitt gott laksaár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo