Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Politikkur

Vinnuhúsið: Hóast Búskaparráðið, Danski Tjóðbankin og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava víst á avbjóðingarnar við nógva virkseminum og stóra eftirspurninginum í føroyska búskapinum, so sær hetta ikki út til at rína við politisku skipanina, sum kyndir enn meira undir glóð heita búskapin.

Í oktober í fjør var arbeiðsloysið 0,8%, og hetta er lægsta arbeiðsloysið, sum nakrantíð er skrásett í Føroyum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at vinnuni tørvar arbeiðsmegi fyri yvirhøvur at kunna fylgja við høgu ferðini, stóra eftirspurninginum og nógva virkseminum í føroyska samfelags­búskapi­num.

 

Tað er vorðið alsamt torførari hjá føroysku vinnuni at útvega arbeiðsmegi úr teimum londum, ið vit hava fingið arbeiðsmegi úr seinastu árini. Tað er serliga úr londunum eystanfyri og baltisku londunum, sum nú eisini hava framgongd í búskapinum, og tí hava tey brúk fyri síni egnu arbeiðsmegi.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí heitt á politisku myndugleikarnar, um at víðka atgongdina hjá føroysku vinnuni til at útvega útlendska arbeiðsmegi, men vinnan hevur einki hoyrt aftur enn frá politisku skipanini hesum viðvíkjandi.

 

Harafturímóti hevur Løgtingið skrúva enn meira upp fyri hitanum undir føroyska búskapinum í løgtingsfíggjarlógini fyri 2020, sum varð samtykt í Løgtinginum, beint fyri árskiftið, sí talvuna niðanfyri.

 

Landskassin

2015

2016

2017

2018

2019

2020

 

Roknskapur

Fíggjarlóg

Skattainntøkur

2.130

2.050

2.320

2.427

2.484

2.601

Avgjøld o.t.

1.804

2.185

2.475

2.401

2.538

2.692

Ríkisveiting úr Danmark

642

642

642

642

642

642

Rakstrarútreiðslur

4.234

4.399

4.577

4.765

4.902

5.308

Løguútreiðslur

341

299

302

442

380

444

Rentuútreiðslur

84

21

-5

-9

5

-9

Úrslit landskassans (mió. kr.)

-83

158

563

272

377

192

 

Í fíggjarlógini fyri 2020 vaksa rakstrarútreiðslur landskassans 406 mió. kr., svarandi til 8,3%, saman­bornar við rakstrarútreiðslurnar í fíggjarlógini fyri 2019, sum Løgtingið samtykti fyri góðum ári síðan.

 

Frá 2015 til 2018 var árligi miðalvøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans góð 4%. Vøksturin í rakstrarútreiðslum í 2020 er sostatt meira enn tvífalt so høgur sum árligi miðalvøksturin seinastu árini.

 

Harumframt er eisini ein munandi vøkstur í løguútreiðslunum. Løguútreiðslurnar vaksa 64 mió. kr., svarandi til góð 16,8%, í fíggjarlógini 2020 samanbornar við løguútreiðslurnar í fíggjarlógini 2019.

 

Tað skal í hesum sambandi viðmerkjast, at tølini fyri 2015 til 2018 eru roknskapartøl, meðan tølini fyri 2019 og 2020 eru fíggjarlógartøl. Endaligu tølini fyri 2019 og 2020 verða nakað øðrvísi enn samtyktu fíggjarlógirnar, tá ið eykajáttanirnar í árinum verða taldar við.

 

Samlaðu fíggjarætlanirnar hjá kommununum fyri 2020 eru ikki tøkar enn, men sum skilst, so hava onkrar kommunur ætlanir um lántøku fyri at fíggja raðfestingarnar í ár. Í fjør høvdu kommunurnar stórt hall á fíggjarætlanum. Saman við soltna avlopinum á løgtingsfíggjarlógini, so eru útlit fyri, at tað aftur í ár verður stórt hall á samlaðu fíggjarætlanunum hjá landi og kommunum.

 

Hetta er í allarbestu tíðum, at land og kommunur seta seg í skuld, ístaðin fyri at leggja til síðis og bjálva almennu kassarnar til tíðirnar, tá ið búskapurin fer at kólna aftur, soleiðis at tað almenna tá hevur rásarúm fyri at skrúva upp fyri virkseminum í búskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo