Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Hvussu kann landið eiga Vágatunnilin um tað ikki hevur goldið eina klovna krónu í hann, tá ið avtornar.

Einans brúkararnir kunnu eiga hann, tí at teir hava goldið hann allan. Ti eiga brúkararnir at yvirtaka partafelagið Vágatunnilin, tá ið landið hevur fingið alt sitt goldið aftur.

Kanska Vága Kommuna og Kvívíkar Kommuna eisini kunnu seta síni krøv fram, tí at tað er lendið hjá teimum, ið tunnilin gongur ígjøgnum.

Landið eigur hann so als ikki.

So sløkki hasa mjólkimaskinuna umgangandi ella latið brúkararnar gjalda útveganarkostnaðin fyri allar almennar íløgur í Føroyum.

Ferðandi føroyingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo