Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

Vinadysturin millum Belgia og Spania, sum skuldi leikast í kvøld, er avlýstur, skrivar BBC.

Dysturin skuldi leikast í Brússel, men av trygdarávum verður hann ikki leiktur.

- Av støðuni seinastu dagarnar kunnu vit ikki koma okkara leikarum ella áskoðarum í nakran vanda, sigur belgiska fótbóltssambandi í einum tíðindaskrivi.

Týskland og Holland leika vinadyst í kvøld.

Men tann stóri og kanska mest spennandi dysturin verður millum Danmark og Svøríki, har Danmark er í tí støðu, at dysturin skal vinnast fyri at Danmark skal sleppa víðari til EM.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo