Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Landsfelag Pensjónista vil við hesi yvirlýsing heita á landsmyndugleikarnar, at broyta fylgjandi viðurskifti:

Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt
Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald.

Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald.
 
Hækka grundupphæddina
Skattafría grundupphæddin skal hækkast við 580 kr., so hon kemur upp á somu upphædd, sum hon var áðrenn 2016, tá løgtingið lækkaði hana.

Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000
Tað skal kunna løna seg hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur.
   
Fráfaringaraldurin skal burtur

Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur.

Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum.

Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin,  ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

Samtykt á formansfundi 2. apríl 2019
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista  
                            

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo