Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Tekstlýsingar

Landsfundurin hjá Fiskimannafelagnum verður fríggjadagin 22. desember.

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður fríggjadagin kl 10 í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka 16.

Morgunmatur verður kl 9:30.

Uppskot til landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, Postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin.

Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til info(at)fiskimannafelag.fo

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Uppskot frá stjórn og sóknum.
6. Annað.

Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo