Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Tekstlýsingar

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður týsdagin 20. desember kl 10. í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka 16. morgunmatur verður kl 9:30.

Uppskot yil Landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri Landsfundin. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til info@fiskimannafelag.fo

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári

2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

3. Val av grannskoðara

4. Ásetan av limagjaldi

5. Uppskot frá stjórn og limum

6. Annað

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo