Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Innlendis ítróttur

Eftir at triðja og seinasta umfarið í úttøkukappingunum í inniróðri er farið aftur um bak, hevur Róðrarsambandið saman við landsliðsvenjaranum, Magnusi Debess Madsen, tikið út rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í DM, EM og HM.

Tey vaksnu fara at luttaka í EM, sum verður í Prag 11. januar 2020, og í HM, sum verður í París í døgunum 7.-8. februar 2020.

Yngru rógvararnir fara at luttaka í DM, sum verður í Gladsaxe 18. januar 2020.

Róðrarsambandið ynskir øllum okkara rógvarum bestu eydnu til kappingarnar og fer samstundis at takka øllum rógvarunum, sum luttóku í kappingunum í heyst.

Vit vóna at síggja øll aftur til FM, sum verður 14. mars 2020.

Úttikin at umboða Føroyar til EM og HM eru:

Sarita K. Hansen, Róðrarfelagið Knørrur
Elsa Magnussen, Kappróðrarfelagið NSÍ
Bergur Dam Jensen, Kollafjarðar Ítróttarfelag
Dánjal Martin Hofgaard, Vágs Kappróðrarfelag
Brandur Kjølbro, Klaksvíkar Róðrarfelag

Úttikin at umboða Føroyar til DM eru:

D12 – Nóa Rúnason, Vágs Kappróðrarfelag
G13 – Elisabeth A. Sigurðsson, Klaksvíkar Róðrarfelag
D13 – Niels Juul A. Poulsen, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
G14 – Bára Wang Olsen, Sørvágs Róðrarfelag
D14 – Regin M Henriksen, Sørvágs Róðrarfelag
D14 – Magnus P. Midjord, Havnar Róðrarfelag
D15 – Petur Fróðason, Havnar Róðrarfelag
D16 – Mattias Durhuus, Hósvíkar Róðrarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo