Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

FSF Varpið hevur verið á ferð, og hesaferð hava vit verið á Tvøroyri og tosað við Óla Johannesen um stóra brakið á Tórsvølli ímillum Føroyar og Portugal. Óli hevur eisini sína meining um, hvussu vit skulu royna at steðga Cristiano Ronaldo.

Leingi hevði fryntligi tvøramaðurin flestar landsdystir fyri Føroyar. Tað blivu til tilsamans 83 dystir, áðrenn Óli takkaði fyri seg í 2007.

Óli Johannesen veit tí hvat hann tosar um, tá prátið kemur inn á føroyska landsliðið, og hvussu tað er at spæla ímóti stórum stjørnum, sum vit vanliga bara síggja í sjónvarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo