Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Fatim Jawara, málverji á kvinnulandsliðnum í fótbólti hjá Gambia, doyði síðsta mánað í eini roynd at fara tvørtur um Miðalhavið og skapa sær eitt nýtt lív í Europa.

Tað váttar fyrrverandi venjari fyri tíðindastovuni AFP.

19 ára gamla kvinnan var umborð á báti sum fekk trupulleikar á ferðini úr Libya til Europa.

Hon er ein av yvir 3300 migrantum sum hava latið lív í Miðalhavinum í ár, sambært tølum frá IOM.

Jawara leikti sín fyrsta dyst á kvinnulandsliðnum hjá Gambia í venjingardysti móti skotskum liði fyri einum ári síðani og bjargaði tá einum brotssparki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo