Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Týsdagin 28. mai klokkan 10:00 fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngera hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: So standa aftur tveir EM-undankappingardystir í durinum. Hesaferð skal føroyska landsliðið spæla móti Spania og Norra. Spaniólar koma á Tórsvøll fríggjadagin 7. juni, og bara tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. juni, eru Føroyar vertir fyri norðmonnum.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum komandi týsdag, sum er týsdagin 28. mai, klokkan 10:00. Á tíðindanfundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, at kunngera hópin til næstu tveir dystirnar í EM-undankappingini.

Onkrar smávegis broytingar verða í hópinum hesaferð, í mun til landsdystirnar móti Malta og Rumenia, sum vóru í mars mánað. Millum annað er Gunnar Nielsen skaddur, og tí skal annar málverji úttakast í staðin fyri hann.

Føroyska landsliðið hevur tvær ferðir áður roynt seg ímóti Spania. Í HM-undankappingardysti á Svangaskarði 4. september í 1996 vunnu spaniólar 6-2, og eitt stórt ár seinni, 11. oktober í 1997 vann Spania 3-1 á heimavølli. Føroysku málskjúttarnir vóru Todi Jónsson, Uni Arge og Jens Kristian Hansen.

Føroyar og Noreg hava ongantíð fyrr verið í bólki saman í EM- ella HM-undankapping fyri A-landslið við monnum.

Í undankappingini til EM 2020 eru Føroyar í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Rumenia, Malta og Noreg. Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir, eru spaniólur fremst við seks stigum, sum teir hava vunnið á heimavølli móti Noreg, og á útivølli móti Malta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo