Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Kringvarpið: Fyribilsleiðslan á Landssjúkrahúsinum fyrireikar umfatandi sparitiltøk, nú framrokningar vísa, at millum 20 og 30 milliónir krónur mangla í, bara fyri at varðveita virksemið í ár á sama støði sum í fjør. Higartil hevur leiðslan uppskot um sparingar fyri góðar 13 milliónir.

- Vit hava roynt at finna sparingar, sum ávirka sjúklingin sum minst, hóast hetta er ógjørligt. Tí kann ikki sleppast undan, at sjúklingar verða raktir, skrivar Margit Stórá, virkandi sjúkrahússtjóri, í svari til Heilsumálaráðið í gjár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo