Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið: Vísandi til lýsta verkfallið hjá Ljósmøðrafelag Føroya kl. 15.00 í dag, verður bert útint bráðfeingis uppgávur í samband við ljósmøðravirksemi. 

Verkfallið fær ávirkan á gerandis virksemið hjá Føðideildini og í Ljósmøðraskipanini, sum viðførur, at Landssjúkrahúsið fyribils samskipar móttøku av barnakonum soleiðis:

- Allar barnakonur í Føroyum, sum meta at tær eru í føðing ella hava átrokandi tørv, skulu ringja á høvuðsnummarið hjá Landssjúkrahúsinum 30 45 00.

- Tær vera síðani stillaðar um til ábyrgdarhavandi.

- Tað er alneyðugt, at barnakonur ringja á Landssjúkrahúsið og boða frá innan tær koma á føðideildina.

- Bráðfeingis hjálp fæst við at ringja 1 1 2.

- Barnakonur, sum ikki hava bráðfeingis tørv, men hava spurningar, skulu venda sær til sín egna kommunulækna.

Barnakonur, har vanligar umstøður eru aftaná føðing, kunnu vænta at vera útskrivaðar so skjótt mett er ráðiligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo