At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Politikkur

Landsstýrið arbeiðir ikki við at gera valini á smáplássunum loynilig.

Tað kom fram í einum munnligum fyrispurningi, sum Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í morgun setti Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.

Rættarnevndin hevur júst lagt álit fram í málinum um at broyta vallógina, soleiðis at valini kunnu gerast meira loynilig á smáplássunum.

Í rættarnevndini eru Kristin Michelsen (formaður), Sonja Jógvansdóttir, Ruth Vang, Ingolf Sólheim Olsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Edmund Joensen og Magnus Rasmussen.

Meirilutin skrivar í álitinum, at heldur enn at taka undir við uppskotinum, vilja tey heita á landsstýriskvinnuna um at greina málið nærri.

Tað sama skrivaði meirilutin eisini tann 11. apríl í ár, tá sama uppskotið varð viðgjørt í løgtinginum.

Helgi Abrahamsen spurdi tí Sirið Stenberg á tingfudinum í dag, hvat ítøkiligt landsstýrið hevur gjørt síðani tann 11. apríl í ár (tá fyrra álitið varð lagt fram), fyri at greina vallógina. Eisini spurdi hann, hvørjar ætlanir landsstýrið hevði hesum viðvíkjandi.

Sirið Stenberg svaraði Helga Abrahamsen, at hon tíðliga í hesum valskeiðinum legði eitt annað uppskot fram um at geva kommununum loyvi til at niðurleggja valstøð, men av tí at tað ikki fekk undirtøku, hevði hon einki annað gjørt við málið.

Helgi Abrahamsen vísir á í einari viðmerking til VP, at hóast samgongan í apríl mánaði feldi uppskotið hjá Sambandsflokkinum við teirri grundgeving, at landsstýriskvinnan skuldi greina vallógina nærri, og hóast landsstýriskvinnan einki hevur gjørt við málið síðani, so mælir rættarnevndin aftur nú til at fella málið við teirri grundgeving, at landsstýriskvinnan skal greina málið.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um smáu valstøðini kemur til 2. viðgerð á tingfundinum í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo