Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Smbrt. Lóg um bygdasøvn eigur landið at rinda bygda- og býarsøvnum 60% av rakstrinum. Hóast hetta eru útlit ikki fyri, at Landsstýrið fer at rinda Tórshavnar Býarsavni tað, íð lógin áleggur landinum at rinda. Hvussu eitt landsstýrið og løgting við virðing fyri sær sjálvum kann liva við at bróta egnar lógir er mær óskiljandi.

Eitt av hjartamálunum hjá sitandi býráðsmeiriluta var at endurstovna Tórshavnar Býarsavn. Í summar var savnsleiðari settur og spennandi ætlanir eru settar út í kortið at fáa søguna hjá kommununi miðlaða til almenningin á nútímans hátt.

Fyri fáum vikum síðan varð avtala undirritað við Birgar Johannesen um allar hansara lutir og fyribils hølir eru funnin. Býarsavnið og Tjóðsavnið samstarva væl á ymsum økjum, m.a. kann kommunan læna Tjóðsavninum hølir í býnum til serligar framsýningar. Umframt at styrkja samleika og søgufatan hjá okkara borgarum eru bý- og bygdasøvn týðandi tættir til tess at skapa áhugaverd tilboð til ferðafólk kring landið.

Men tað er serstakliga hugstoytt at ásanna, at tað verður trupult at útinna okkara ætlanir, tí landið ikki livir upp til lógartekstin og bert rindar ein brotpart av tí stuðli, sum lógin ásetir at tað skal. 

Fyri uml 10 árum síðan broytti løgtingið lóg um bygdasøvn, soleiðis at landið hækkaði sín part til rakstur av bygdasøvnum til 60% (ásett í grein 4). Tórshavnar kommuna hevur sett 800tús kr av í 2019 til at reka Býarsavnið og smbrt. lógini átti Býarsavnið at fingið 1,2 mió kr í stuðli frá landinum. 

Tórshavnar býarsavn fekk 214tús kr í stuðli frá landinum í 2018 og øll kontan til bygdasøvn er í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum sett til 2,4mió í 2019, 2020 og 2021, so batar eru tíverri ikki at hóma.

Hóast kommunan hevur sent fleiri áheitanir, havt fundir oa. eftir at Tórshavnar býarsavn er komið í gongd aftur og hevur søkt um hægri rakstrarstuðul á 1,2 mió, hevur Mentamálaráðið ikki biðið løgtingið hækka játtanina. 

Tórshavnar kommunu kann tískil verða noytt til at hækka egnu játtan til Býarsavnið, tí alternativið er at niðurlaða størsta partin av virkseminum. Tí er hóskandi at spyrja løgting og landsstýrið, um tað nú er endamálið við lógini – fyrst at eggja til lokalsøvn kring landið fyri síðani at svølta tey í hel?

Allir borgarir skulu halda landsins lógir, tað er so sjálvsagt. Men sama er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri Landsstýrið sjálvt. Hetta átti at verið nóg forargiligt í sær sjálvum. Men umframt at løgting og Landsstýrið bert endurrindar bý- og bygdasøvnum ein brotpart av tí, tey eiga, so hava tey upprættað serstakar nýggjar játtanir til sersøvn kring landið -  Beta files, undirsjóvar – og rokksavn í Klaksvík, savn á Tvøroyri osfr osfr.

Eg unni sjálvsagt øllum hesum ætlanum alt tað besta, men skil má vera í og annaðhvørt má lógin broytast ella má landsstýrið og løgting liva upp tær lógir, tey sjálv hava samtykt.

Tórshavnar kommuna hevur nú sent løgtingsins mentanar- og fíggjarnevnd eina áheitan um annaðhvørt at broyta lógina ella at liva upp til lógartekstin og hækka játtanina til býarsøvn.

Vónandi fara skilafólkini har at virða týðandi arbeiðið, ið fer fram kring landið við at miðla søgu og mentanararv okkara og lata søvnunum tað, tey eftir lógini hava rætt til.

Livst so spyrst.

Gunvør Balle
Forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo