Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Politikkur

Føroya landsstýri fer at lata tvær milliónir krónur til Grønlands, har ógvuslig flóðalda hevur rakt um vikuskiftið. Løgmaður hevur í dag verið í sambandi við Kim Kielsen, landsstýrisformann, og boða honum frá um hjálpina úr Føroyum.

- Í telefonsamrøðu við grønlendska landsstýrisformannin bar eg fram vegna Føroya fólk okkara samhuga við grønlendska fólkinum í hesari sváru støðu. Eg boðaði Kim Kielsen frá, at vit alt fyri eitt eru til reiðar at hjálpa við tveimum milliónum krónum. Grønlendski landsstýrisformaðurin takkaði fyri.

- Tað er mín vón, at okkara íkast kann gera ein mun í Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann