Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú seinasta fíggjarlógin áðrenn løgtingsvalið í 2019 skal snikkast til, er greitt, at ynskini eru nógv og ætlaninar rúgvismiklar – og neyvan slepst undan, at fíggjarlógin fyri 2019 verður merkt av, at eitt løgtingsval er ávegis í 2019.

Í Suðuroynni byrjaðu allar kommunurnar saman í november 2017 eitt arbeiði, sum skuldi leggja lunnar undir menning í hesum partinum av landinum. Borgarstjórarnir í oynni hava í fleiri umførum havt fund við landsins leiðslu – við landsstýrið alt í Tinganesi í februar 2018 og aftur í Porkeri í mai 2018, tá ein útgáva “Suðuroyggin og framtíðin – tilmælið um menningarátøk 2018” varð handað landsstýrinum.

Í Suðuroynni eru smá tekin um framgongd nú árið 2018 fer at halla. Fleiri fólk eru farin til arbeiðis við tað at framleiðsla aftur er á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og á Bakkafrost virkinum í Vági.

Men kommunurnar í Suðuroynni hava tíverri at kalla ongan vøkstur havt seinastu árini, samanborið við restina av landinum. Vøksturin í persónsskattainntøkunum hjá kommununum í Føroyum er frá 2013 til 2018 umleið 28,5%. Sama tíðarskeið hava kommunurnar í Suðuroynni havt ein vøkstur í persónsskattainntøkunum á umleið 11,5%, sum neyvan stendur mát við vøksturin í lønarútgjaldingum í Føroyum hesi árini. 

Vit sleppa heldur ikki undan at staðfesta, at gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni er púrasta skeiv, samanborið við restina av landinum, har fólkatalið veksur. Fólkatalið í Suðuroynni minkar hinvegin ár um ár. Talið av børnum og ungum minkar við ferð – og talið av eldri veksur við ferð. Aldurs- og kynssamansetingin í Suðuroynni er skeiklað og innan 3-4 ár fer hetta at hava sera stóra ávirkan á alla oynna – um ikki stór stig verða tikin fyri at broyta møguleikarnir hjá fólki í Suðuroynni.

Høvuðsavbjóðingin er, at vit í Suðuroynni hava ikki fulla atgongd til arbeiðsmarknaðin í meginøkinum (tað ber ikki til at pendla úr Suðuroynni til arbeiðis í Havn), har flest størv eru til útbúgving fólk. Og tá flest øll ung fáa sær eina førleikagevandi útbúgving, velja nógv at flyta ella ikki at flyta aftur til Suðuroynna, og heldur búseta seg har atgongd er til góða arbeiðsmarknaðin í meginøkinum – og fólkatalsgongdin í Suðuroynni er hareftir.

Suðuroyggin í serstøðu!

Nú telvast skal um fíggjarlógina eru tað sjálvandi ynskir um eina røð av nýggjum íløgum á vegakervið kring alt landið. 

-Og jú, ein illa skipaður innkomuvegur í Runavík og í Havn fer at skapa avbjóðingar við ferðsluni, men ferðslan fer at glíða víðari hóast hetta. Og ja, tað hevði verið fantastisk við einum tunli úr Skálabotni til rundkoyringina í Gøtudali, men nýggi tvísporaði vegurin um Gøtueið er ongin avmarking ferðslumessiga.

Ja, dømini um ynskir eru nógv!  

Hja okkum í Suðuroynni er einfalda støðan tann, at Suðuroyartunnilin er alneyðugur fyri at birta eina vón í Suðuroynni! Alneyðugur fyri at birta eina vón um, at tað um eini 7-8 ár fer at bera til at verða partur av samfelagnum Føroyar, samstundis sum tú býr í Suðuroynni (í Føroyum!).

Eru vit 9,5% av Føroyafólki gloymd ella?

Úr Suðuroynni fór eitt púra greitt tilmælið til landsstýrið 28. mai 2018, har undirstrikað varð, at tað er alneyðugt beinanvegin at fáa sett Suðuroyartunnilin á dagsskrá, gjørdan ítøkiligan og at samtykkja verklagslóg í politisku skipanini – fyri at birta eina vón!

Vit, 9,5% av Føroyafólki, hava onki frætt aftur úr Tinganesi – bíða framvegis eftir einari reaktíon. 

Smyril gongur á 15 ári og helst hevur Smyril ikki 15 ár eftir, so Suðuroyggin kann ikki bíða longi eftir einari reaktión – er politiski viljin til at byggja nýtt skip ella knýta Suðuroynna uppí Føroyar?

Skipið PF Føroyatunnlar!

Á Fíggjarlógini fyri 2019 má setast játtan av til at skipa PF Føroyatunnlar, har allir undirsjóvartunlar verða savnaðir í einum og sama felagið. Hesin leisturin ger, at Suðuroyartunnilin kann realiserast uttan at gera óvanliga stór inntriv í fíggjarlógirnar komandi árini.

Við í fíggjarliga grundarlagið hoyrir eisini ein søla av verandi Smyrli og frával av at byggja nýggjan Smyril (sum helst fer at kosta 1 milliard krónur). Ikki minst slepst undan at brúka 80 mió. kr. um árið at reka leiðirnar um Suðuroyarfjørð og Skopunarfjørð Smyril (og Teistan).

Við øllum undirsjóvartunlum í einum felagi kunnu vit eisini venda aftur til samhaldsføstu skipananina, sum var, áðrenn undirsjóvartunlarnir komu. Tá kostaði tað 40 kr. pr. persón at sigla á stytru leiðunum (t.d. Vestmannasund, Leirvíksfjørð, Skopunarfjørð os.fr.) og 80 kr. pr. persón á Suðuroyarleiðini (sum var einasta “langa” leiðin). Vit øll, sum brúka samferðslukervið verða tá í felag um at tryggja útbyggingina av føroyska samferðslukervinum okkum øllum at frama!

Suðuroyggin gerst minni og minni partur av Føroyum, vit kunnu ikki bíða longur – Suðuroyartunnilin má á skrá í 2019. 

Dennis Holm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo