Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Politikkur

Svar til fyrispurning frá Kaj Leo Holm Johannesen, eftir tingskipanini § 52a, um ognarpolitikkin hjá landinum mótvegis Bank Nordik
 
Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hví velur BankNordik at útgjalda vinningsbýtið ístaðin fyri at bjálva bankan fíggjarliga fyri at standa móti tapi ella einum møguligum búskaparligum bakkasti í samfelagnum?

2. Hvussu ger landið sum stórpartaeigari sín ognarpolitikk galdandi í slíkum førum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at útgjalding av vinningsbýti er í samsvari við ognarpolitikkin og áhugamálini hjá landinum sum partaeigara?

4. Hvørjar strategiskar ætlanir hevur landsstýrið um ognarlutin hjá landinum?
 
Svar til spurning 1
:  Tað eru leiðsla, nevnd og í síðsta enda aðalfundur bankans, ið avgera um vinningsbýti skal útgjaldast, og hvussu stórt tað í givnum føri skal verða. Somuleiðis eru tað leiðsla og nevnd bankans, ið avgera hvussu kapitalbygnaðurin í Bank Nordik skal skipast, og harvið hvussu væl bjálvaður bankin skal verða.  
 
Fíggjarmálaráðið hevur spurt leiðsluna í Bank Nordik sama spurning, og fingið hetta svar:
 
“BankNordik hevur ein vinningsbýtispolitikk, ið tilskilar, at 20-40% av ársúrslitinum verður goldið partaeigarunum í vinningsbýti, meðan 60-80% av ársúrslitinum verður nýtt til at styrkja felagið fíggjarliga. Hesin vinningsbýtispolitikkur tekur støði í teimum kapitalkrøvum, sum bankanum eru áløgd, eins og hædd er tikið fyri bankans máli um at náa einum kjarnukapitalprosenti omanfyri 17% og einum solvensprosenti á 20% við ársenda 2020, ið er við til at tryggja, at kapitalgrundarlagið verður eitt vet omanfyri samlaða kapitalkravið.  
 
Av tí at bróðurparturin av avkastinum er nýtt til at bjálva bankan, so er kapitalgrundarlagið hjá felagnum styrkt so líðandi hesi seinnu árini. Kjarnukapitalprosentið er hækkað úr 9,1% í 2011 til 17,7% í 2018, meðan solvensprosentið er hækkað úr 15,6% til 19,8% í sama tíðarskeiði.  Tað er vanligt, at fyritøkur lata partaeigarunum ein vinning fyri tann pening, sum settur er í felagið – eisini tá ið um ræður peningastovnar. Nevnast kann, at av 24 børsskrásettum peningastovnum á keypskálanum í Keypmannahavn, her ímillum BankNordik, hava 17 av hesum útgoldið sínum partaeigarum vinningsbýti fyri 2018.  
 
Fyri at skapa størsta samfelagsliga virðið er tað umráðandi, at kapitalbygnaðurin hjá felagnum hevur eina skynsama samanseting av eginpeningi, ábyrgdarpeningi, NEP-peningi og innlánum. At útgjalda vinningsbýti er sostatt eisini ein liður í at tillaga kapitalbygnaðin soleðis, at bankin, umframt at vera væl bjálvaður og at lúka lógarkrøvini, verður rikin so effektivt sum gjørligt fyri tann kapitalin, sum er í umfari í felagnum. Hetta skapar størst virði, ikki einans fyri partaeigararnar, men eisini fyri aðrar áhugapartar felagsins."
 
Svar til spurning 2: Landið eigur umvegis Fíggingargrunnin frá 1992 uml. 35% av partabrøvunum í Bank Nordik samtakinum. Tað er Føroya Landsstýrið sum velur fýra av fimm nevndarlimum í grunnin, og útnevnir formannin. Teir av landsstýrinum valdu nevndarlimirnir velja í felag  fimta nevndarlimin. Fíggingargrunnurin virkar annars óheftur av politisku skipanini. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur havt fundir við Fíggingargrunnin, og hevur á hesum fundum gjørt vart við sjónarmið landsstýrisins í størri og/ella prinsipiellum málum.
 
Svar til spurning 3: Styrkt fíggjarligt støðufesti - fyri at leggja tryggari og meira støðugar lunnar undir føroyska búskapin - er eitt av aðalmálunum hjá landsstýrinum. Endurstovnan av Landsbanka Føroya, stovnan av Føroya váðaráði og herd lógarkrøv til bankarnar eru úrslit av hesum. 
 
Komandi árini vaksa krøvini til fíggjarliga bjálving í bankunum, og samstundis hevur søgan víst, at búskaparliga kunnu tíðirnar brádliga venda, og hevur tað tá serliga stóran týdning, at føroysku bankarnir eru væl fyri fíggjarliga.
 
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur tí eisini gjørt greitt fyri bæði Fíggingargrunninum og leiðsluni í Bank Nordik, at Landsstýrið ikki hevur ynski um útlutning úr bankanum, men ynskir heldur, at avlop verða nýtt til at bjálva bankan fíggjarliga, so hesin stendur enn sterkari til at taka ímóti broytingum í framtíðini. 
 
Tað er tó ein sannroynd, at Bank Nordik er ein børsskrásett fyritøka, við partaeigarum, ið vænta ávíst avkast. 2/3 av bankanum hava aðrar eigarar enn landið (umvegis Fíggingargrunnin).
 
Í 2019 valdi Bank Nordik at luta út 70 mió. kr. í vinningsbýti. Umframt hetta, keypti Bank Nordik egin partabrøv aftur fyri 15 mió. kr.  og lækkaði partapeningin samsvarandi. Fíggingargrunninum er av tí áskoðan at størri partur av avlopinum verður nýtt til at bjálva bankan, heldur enn til vinningsbýti. 
 
Í 2017 lutaði BankNordik út 300 mió. kr. í vinningsbýti. Av hesum fekk landskassin umvegis Fíggingargrunnin 100 mió. kr. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum gjørdi tá, bæði áðrenn og eftir at vinningsbýtið varð útlutað, greitt, at Landsstýrið ynskti at bankin bjálvaði seg, heldur enn at rinda peningin út í vinningsbýti.  Mett varð, at táverandi nevndin í Fíggingargrunninum ikki í nóg stóran mun hevði arbeitt fyri at avmarka útgjaldið av vinningsbýtinum. Ein avleiðing av hesum varð, at allir nevndarlimirnir blivu skiftir út, tá nevndin varð vald av nýggjum í 2017.
 
Svar til spurning 4: Landsstýrið hevur í løtuni ikki ítøkiligar ætlanir um at selja partabrøvini í Bank Nordik.
 
Fíggjarmálaráðið, 14. mai 2019
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo