Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Skúli

Landsverk: Tíðin nærkast, til Skúladepilin við Marknagil verður tikin í nýtslu, og mánadagin var landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, og vitjaði byggiplássið, har hon fekk rundvísing og kunning um stóru byggiverkætlanina frá umboðum fyri Landsverk, ið er byggiharri á verkætlanini.

Í sambandi við vitjanina sigur Rigmor Dam seg fegnast um, at byggingin sær út til at ganga eftir ætlan, og at arbeitt verður av øllum alvi fyri at heinta tað innaftur, ið eitt nú roknivillan í trappurúminum elvdi til, og sum seinkaði verkætlanini nakrar mánaðir.

- Hetta er ein heilt einastandandi spennandi verkætlan, sum fer at skapa heilt nýggjar karmar og møguleikar fyri okkara lesandi ungdóm, sigur landsstýriskvinnan.

Á samkomu á Tekniska Skúla mánadagin dag varð navnið á skúlanum avdúkað. Skúlin eitur nú “Glasir”, ið er eitt heiti, sum er tikið úr norðurlendsku gudalæruni. Undirheitið á skúlanum er “Tórshavn College”, og hetta verður heitið, sum fer at verða nýtt í altjóða samanhangi.

Skúladepilin við Marknagil verður karmur um ein samanlagdan tekniskan skúla, handilsskúla og studentaskúli í Havn, ið leingi hava havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður, og sum í fleiri ár hava verið noyddir at avvísa skikkaðar umsøkjarar orsakað av trongu umstøðunum. 

Nýggi skúlin er skipaður við felags leiðslu, og rektari er Bogi Bech Jensen, ið varð settur í starv í mai 2015.

Skúladepilin verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa umleið 1.300 næmingum. Byggingin verður formað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi. Víðari stendur í grundarlagnum fyri verkætlanini, at skúlin skal lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, og tí verður byggingin myndað við smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika, eins og partar av skúlanum vera opnir fyri næmingum alt samdøgurið.

Her eru nakrar myndir frá vitjanini.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo