Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar upp á fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini frá Djóna Nolsøe Joensen løgtingsmanni til Sirið Stenberg landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum um bíðitíð hjá føroyskum kvinnum til mammografi á Landssjúkrahúsinum.

1. Hvussu leingi kunnu kvinnur, sum hava fingið ávísing frá lækna, vænta at skula bíða eftir eini sjúkuavgerð?

2. Hvussu er ætlanin at skipa klinisku mammografiirnar á Landssjúkrahúsinum frameftir?

Svar
Til nr. 1
Útgreinan fyri bróstkrabba hevur ligið í fastari legu seinastu mongu árini. Ítøkiliga hevur Landssjúkrahúsið samtarvsavtalu við ein serlækna í kliniskari mammografi (mamma-radiolog) og við ein bróst-skurðlækna, sum báðir regluliga vitja á Landssjúkrahúsinum.

Sambært Landssjúkrahúsinum vitjar mamma-radiologurin á Landssjúkrahúsinum 3. – 6. hvørja viku og kannar sjúklingar, sum eru ávístir til mammografi av kommunu- ella sjúkrahúslæknum. Í alt verður talan um 11 vitjanir á 2 dagar í 2018.

Bróst-skurðlæknin vitjar á Landssjúkrahúsinum umleið 4. hvørja viku, í alt 13 vitjanir á 1 dag í 2018.

Tað er soleiðis, at tann ávísingin, ið kemur stutt eftir at viðkomandi serlækni hevur verið í Føroyum, kemur at bíða longri, enn tann ávísingin ið kemur, stutt áðrenn viðkomandi serlækni kemur aftur á Landssjúkrahúsið.

Bíðtíðin at sleppa til kliniska mammografi er í meðal 2 vikur, men kann vera úr fáum døgum upp til 6 vikur. Um mamma-radiologurin metir tað verða heilsufakliga ráðiligt, so kann onkur ávísing verða útsett til næstu vitjan hjá mamma-radiologinum og tí bíða meir enn 6 vikur.

Um mammografiin undirbyggir illgrunan um krabbamein, tekur mamma-radiologurin eina biopsi, sum síðani verður send til patologiska kanning. Patologiska kanningin tekur 1-2 vikur at gera. Um biopsi verður tikin, verður kvinnan samstundis ávíst til bróst-skurðlæknan, sum fráboðar kvinnuni svarið upp á biopsiina, fyrsta hann er aftur í Føroyum, eftir at svarið er komið.

Landssjúkrahúsið hevur upplýst, at frá tí at biopsi er tikin, til kvinnan fær svar frá bróst-skurðlæknanum, kunnu ganga frá 2 til 5 vikur, í miðal er bíðtíðin 25 dagar.

Samlaða bíðitíðin, frá tí at ávísing verður send til Landssjúkrahúsið og til svar upp á biopsi verður givið, liggur millum 2 og 10 vikur. Í miðal er samlaða bíðitíðin 6 vikur.

Sambært Landssjúkrahúsinum verða uml. 35- 45 kvinnur ávístar til kliniska mammografi um mánaðin.

Til nr. 2
Landsstýriskvinnan hevur havt fund við sjúkrahúsleiðsluna um at endurskoða tann diagnostiska partin í sjúkrahúsverkinum. Hetta er eitt arbeiði, sum sjúkrahúsleiðslan fer undir í næstum.

Í hesum sambandi havi eg heitt á sjúkrahúsleiðsluna um at taka upp spurningin, um skipanin av útgreiningartilgongdini fyri bróstkrabba á Landssjúkrahúsinum kann umskipast – og hvat tað krevur – við atliti til at stytta um bíðitíðirnar á økinum.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 12.02.2017
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo