Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Politikkur

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum og Arbeiðsmarknaðarmálum, Heðin Mortensen, var í dag á vitjan í Tunnilsfelagnum. 

Stjórin í Tunnilsfelagnum, Uni Danielsen, hevði eina góða framløgu fyri landsstýrismanninum.

Landsstýrismaðurin fekk góða kunning um verandi støðu, og eisini um framtíðarætlanir hjá felagnum. Felagið hevur góða tøkni og viðurskiftini eru væl skipað. Viðlíkahaldið er gott, og í næstum skal ljósútgerðin verða skift út, so at ljós kemur í hvønn krók í føroyskum tunnlum. 

Økingin í ferðsluni er í báðum tunnlunum, og tað frættist, at nú kostar tað einans 20 krónur at koyra ígjøgnum.

Landsstýrismaðurin stendur her saman við starvsfólki og stjóranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo