Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Landstýriskvinnan í menta- og skúlamálum, Hanna Jensen, vitjaði í dag Heilsuskúla Føroya. Við sær hevði hon aðalstjóran, Poul Gert Hansen Hansen, umframt onnur starvsfólk í MMR. Landstýriskvinnan nýtti høvið at práta við nakrar av næmingunum, sum hon hitti.

Næmingarnir vóru allir á einum máli um, at teir eru sera glaðir fyri at vera í Suðuroynni og nema sær útbúgving. Eisini onkur næmingur, sum ikki hevði hug at fara til Suðuroynna í skúla, hevði púra broytt hugburð. Tað bleiv sagt, at tað ber væl til fíggjarliga.

Møguleikar sum fjarundirvísing ein dag um vikuna og avriksflutningur í almennu lærugreinunum, ger tað møguligt, at nakrir næmingar eru í skúla 3 -4 dagar um vikuna í 3 mánaðir, sum hvørt skúlaskeið er. Næmingar eru glaðir fyri møgugleikan, men vilja tó ikki hava ov nógva fjarundirvísing; teir vilja heldur koma suður í skúla!

Tað er nógv ymiskt á skránni á útbúgvingarøkinum í løtuni og ti er umráðandi við tøttum samstarvi millum Mentamálaráðið og Heilsuskúlan. M.a. varð tosað um nýggju útbúgvingina "námsfrøðihjálparar". Málið um førleikameting í samband við drúgvar arbeiðsroyndir, bleiv viðgjørt, eins og góðkenning av útbúgvingini í Norðanlondum. Nógv virksemi var á Heilsuskúlanum í dag.

Í løtuni eru 3 flokkar inni í skúlapartinum, 2 heilsuhjálparaflokkur og ein heilsurøktaraflokkur. Nøkur eru ávegis í starvsvenjing og onnur just byrjaði í útbúgvingini. Aðrir flokkar eru ávegis inn á skúlan úr starvsvenjing.

Tað eru uml. 50 - 60 næmingar, sum nema sær prógv hvørt ár á Heilsuskúlanum. Just nú eru 4 flokkar í holt við eina útbúgving. Umframt alt næmingarvirksemi í dag, var ein lærari í holt við praktiska partin av pedagogikum. Eisini hevur Heilsuskúlin ein praktikant frá donskum skúla fyri "psykomotorisk proffesiónsútbúgving", sum bæði undirvísir, veitir ráðgeving og venjingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo