Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Landsverk hevur trý uppskot um nýggja farleið til Vestmanna í nýggju Samferðsluætlanini 2018 - 2030 sum Landsverk júst hevur latið úr hondum.

Men tilmælið er at bíða til eftir 2030 at gera nakað.

- Gerandisferðslan er 1200 akfør um samdøgrið og 1231 fólk búgva í Vestmanna. Við verandi ferðslu og framkomuleika verður ikki mett neyðugt at broyta farleiðina, stendur í samferðsluætlanini.

Í Vestmanna eru annars javnan røddir frammi um at fáa tunnil, seinast fyri bert fáum døgum síðani, tá ein lastbilur við tungari last hevði rent seg fastan á vegnum úr bygdini niðan ímóti Høgareyni, sum er ein av hægst liggjandi vegum í landinum.

Á síðu 77 í samferðsluætlanini verður sagt, at skal nakað gerast, so eru tríggir møguleikar.

Ein møguleiki er tunnil úr Kvívík á 4,2 km og 500 metrar av nýggjum vegi. Henda loysnin kostar 315 - 395 mió kr og styttir farleiðina úr Leynum  til Vestmanna við 4,6 km.

Annar møguleiki er tunnil frá Leynavatni á 6,2 km og 600 metrar av nýggjum vegi. Henda loysnin kostar 460 - 562 mió kr og styttir farleiðina úr Kollfjarðardali til Vestmanna við 6,3 km og frá Vágum til Vestmanna við 5,9 km.

Triðja uppskotið er ein brúgv frá Oyrargjógv við hábrúgv á 1,4 km og 3,2 km av nýggjum vegi. Henda loysnin styttir teinin úr Kollfjarðardali til Vestmanna við 2 km og teinurin úr Vágum til Vestmanna verður 10 km styttri. Henda loysnin fer at kosta 435 - 525 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo