Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Virkandi stjórin í Landsverki, Árant Andriasson, hevur gjørt viðmerkingar til álitið frá arbeiðsbólkinum um Suðuroyartunnil, sum VP hevur fingið innlit í.

Í niðurstøðuni sigur virkandi stjórin fyrst, at Landsverk mælir staðiliga frá at tilmælið frá arbeiðsbólkinum verður fylgt, men at tað heldur verður arbeitt víðari við tilmælinum frá Landsverki at gera tunnilsmunnan norðan fyri Sands bygd.

- Hetta er tann besta loysnin fyri allar partar, og kostnaðurin er lítið hægri enn tann stytsta loysnin, tá avleiddar verkætlanir eru íroknaðar, sum tær sjálvandi eiga at verða.

- Landsverk mælir til, at loysnin at taka tunnilin upp á Skúgvoynni eisini eigur at verða kannað nógv betur, og ein verulig trygdarkanning eigur at verða gjørd fyri at lýsa, um hetta kann betra trygdina í tunlinum.

Landsverk mælir eisini frá, at eitt partafelag verður stovnað longu nú at fyrireika tunnilin.

- Hetta fer at hava við sær, at fyrireikingararbeiðið verður lagt uttanfyri, har serfrøðin í landinum er.

- Fyrireikingararbeiðið eigur sostatt at verða gjørt á Landsverki. Hetta hevur ígjøgnum tey seinastu 70 árini verið ein av kjarnuuppgávunum hjá Landsverki – at planleggja infrakervið í Føroyum og tryggja, at tað hongur saman við bæði vegum, havnum og tunlum.

- Tað er ein av okkara fremstu uppgávum at tryggja heildarmyndina, at tingini hanga saman nú og í framtíðini, sigur Landsverk.    

- Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, og støða tikin til, um ein tunnil skal gerast, og hvar hann skal liggja, er málið búgvið til at stovna eitt partafelag, ið síðani fær tað sum eina bundna uppgávu at byggja og reka tunnilin.

Landsverk vil eisini mæla til, at tað samstundis verður arbeitt við møguligum fíggjarleisti.

- Hetta er eitt arbeiði, sum fyrst og fremst eigur at verða gjørt í samráði við Fíggjarmálaráðið, tí peningaupphæddirnar eru so stórar, at tær kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri føroyska búskapin.

- Her er skilagott at brúka serfrøðina í tunnilsfelagnum, ið hevur staðið fyri hesum partinum av arbeiðinum við Eystur- og Sandoyartunlinum, og sum eisini hevur víst á ymsar fíggingarmøguleikar í álitinum hjá arbeiðsbólkinum.

- Hetta arbeiðið kann tó gerast samstundis, sum tekniska fyrireikingararbeiðið verður gjørt, sigur Landsverk.

Landsverk mælir til, at játtanin til at fyrireika Suðuroyartunnilin verður latin Landsverki aftur, so fleiri jarðfrøðiligar kanningar kunnu gerast, sum tað eisini stendur í fíggjarlógini.

Landsverk metur sostatt, at alt talar fyri, at loysnin hjá Landsverki er tann besta, tí:

• Farleiðin millum Suðuroy og høvuðsstaðin er tann stytsta, tá tunnilin er liðugur

• Loysnin er tann tryggasta, tí rýmingarmøguleiki verður í Skúgvoy

• Tunnilskoyringin verður í tveimum og tí minni monoton og harvið tryggari

• Skúgvoy verður tikin við í loysnina, og sostatt verður óneyðugt við framhaldandi ferjusambandi

• Loysnin liggur uttan fyri bygt øki í Sandoynni

• Loysnin tekur hædd fyri avleiddum verkætlanum

• Alt talar fyri, at jarðfrøðiligu váðarnir við hesi loysnini eru færri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo