Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna vil skapa karmar, sum kunnu hýsa altjóða kappingum á hægsta stigi. Tí fer kommunan eisini at tryggja sær, at allar størri útbyggingar á ítróttarøkinum lúka krøv, sum myndugleikar seta til slíkar ítróttarstevnur og kappingar.

Hesi altjóða krøv skal langhylurin í Havn eisini lúka.

Langhylurin kemur, og fyri at svimjarar, áskoðarar og øll Havnin fær so stórt gagn av hesi íløguni, sum til ber, hevur Tórshavnar kommuna sett sær fyri, at altjóða svimjisambandið, FINA, fer at góðtaka langhylin í Havn til altjóða tiltøk og kappingar.

- Ítrótturin er við til at altjóðagera okkara høvuðsstað og Føroyar. Langhylurin í Havn skal lúka altjóða krøv, og tað skulu aðrar stórar íløgur í ítróttarøkið eisini soleiðis, at ítróttur, ferðavinna, tænastuvinna og altjóðagerð ganga hond í hond, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Sáttmáli verður undirskrivaður
Seinni í ár verður sáttmáli undirskrivaður við ráðgevarafelagið SNA, sum ger ætlanina um langhyl í Havn. Fram til undirritanina hevur kommunan sett seg í samband við svimjisambandið til tess at tryggja, at langhylurin lýkur øll altjóða krøv. Tað er møguligt, at hetta dýrkar nakað um verkætlanina. Men tað er munandi verri ella ógjørligt at koma afturumaftur, tá ið slík verkætlan ikki lýkur altjóða krøv.

- Tá ið vit gera íløgur fyri áleið 100 mió. kr., er avgerandi neyðugt, at alt er væl hugsað og fyrireikað, so íløgan er framtíðartryggjað, og so vit fáa sum mest burtur úr pengunum. Vit skulu sum ein altjóðagjørdur høvuðsstaður kunna bjóða okkum fram at hýsa eitt nú EM, HM og World Cup í svimjing, sigur borgarstjórin.

Fyrsta raðfestingin er, at svimjarar fáa bestu karmar at íðka sína ítróttargrein í. Almenningurin skal haraftrat eisini fáa gleði av hesum. Tó vil kommunan hava, at raðfestingar og íløgur eisini hava tey atlit í huga, at Tórshavnar kommuna tryggjar sær, at lidnu byggiverkætlanirnar eisini kunnu hýsa altjóða kappingum. Hetta lyftir einstøku ítróttagreinirnar, hetta setir sjóneykuna á høvuðsstaðin og hetta fær fleiri ferðandi at leita henda vegin. Soleiðis verða raðfestingarnar bæði býnum, ferðavinnuni, tænastuvinnuni og Føroyum sum heild at frama.

- Í dag havi eg vegna býráðið skrivað undir sáttmála við FSF, nú vestursíðan á Tórsvølli verður bygd. Hetta er ein serstakliga góð og framtíðartryggjað íløga, sum lyftir Tórsvøll úr Flokki 3 upp í Flokk 4 á listanum hjá FIFA. Hetta ger umstøðurnar og møguleikarnar enn betri hjá fótbóltinum, umframt at vit eisini kunnu hýsa enn fleiri landsdystum í Føroyum. Hesi altjóða krøv, sum Tórsvøllur nú fer at lúka, skal langhylurin eisini gera, so vit kunnu bjóða okkum fram sum vertir, tá ið altjóða svimjikappingar eru, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo