Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Vinnuhúsið: Søguliga hevur føroyskur fíggjarpolitikkur víst seg at verið viðrekandi, bæði í góðum og ringum tíðum.

Hetta vísti Búskaparráðið á í 2015, og seinastu árini hava ikki verið nakað undantak í so máta, heldur tvørturímóti. Almenna trýstið á virksemið í samfelagsbúskapinum hevur neyvan verið størri enn nú.

At reka virknan fíggjarpolitikk, har tað almenna skrúvar fyri og frá í tí almenna virksemi­num, alt eftir, hvar búskapurin er staddur í konjunkturringrásini, er í sjálvum sær ein stór avbjóðing, ikki minst í Føroyum, her fortreytirnar fyri einum virknum fíggjarpolitikki neyvan eru til staðar.

Stóru avbjóðingarnar við virknum fíggjarpolitikki í Føroyum eru millum aðrar, at í Føroyum kunnu búskaparligu sveiggini vera knøpp og ógvislig, og vit hava sjáldan eina neyva vitan um, hvar í búskaparligu ringrásini vit eru stødd. Harumframt er tíðin long, frá tí at politiska skipanin reagerar, til møgulig politisk tiltøk verða sett í verk og fara at virka.

Tann mest grundleggjandi fortreytin, sum eigur at vera til staðar, áðrenn tað yvirhøvur ber til at tosa um virknan fíggjarpolitikk, er at samskipa alt alment virksemið við langtíðarætlanum, serliga á íløgusíðuni.

Henda fortreytin er heldur ikki til staðar í Føroyum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at politiska skipanin eigur at leggja mestu orkuna í at røkka hesi fortreytini við langtíðarætlanum fyri alt tað almenna virksemið, áðrenn land og kommunur, hvør í sínum lagi, leggja ætlanir um at seta virknan fíggjarpolitikk út í kortið.

Við samskipaðum langtíðarætlanum fyri alt virksemið hjá landi og kommunum, íroknað almennar grunnar og almenn partafeløg v.m., ber til at sleppa undan, at alt ov nógv íløguvirk­sem­­ið verður sett í verk samstundis, tí tá fæst størri gjøgnumskygni, sum eisini gevur privatu vinnuni tryggari karmar og størri møguleikar at tillaga sínar ætlanir til samlaða virksemið í landi­num.

Hetta hevði verið fyrsta stigið, at tálma viðrekandi fíggjarpolitikkin, sum hevur verið eitt søgu­ligt eyðkenni fyri føroyska búskapin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til,  at raðfestingar hjá landi, kommunum og øllum øðrum almennum virksemi yvirhøvur, verður samskipað í langtíðarætlanir, serliga á íløgusíðuni, har yvirskipaða málið er at fáa langtíðarhaldførið í føroyska búskapin, soleiðis at vit fáa eina javna og støðuga útbygging og menning av føroyska samfelagnum, ið ikki verður so ógvisliga órógvað og nervað av stutttíðar stoytum og sveiggjum í búskapinum.

Víst verður annars til búskaparfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo