At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Føroya Reiðarafelag er farið í lýsingarherferð, og hevur gjørt ein film, har høvuðsboðskapurin er, at føroyska fiskivinnan er stuðulsfrí.

Tað er beinleiðis ósatt. Løgtingið hevur nevniliga sett eitt avreiðingargjald á landingar uttanlands á tvær krónur fyri kilo’ið.

Tí landa føroysku uppsjóvarskipini ikki matfisk uttanlands, og  hevur hetta avreiðingar-avgjaldið eitt virði á runt roknað 200 milliónir krónur árliga.

Hetta eru 200 milliónir krónur í beinleiðis stuðli til uppsjóvarvinnuna, tí uppsjóvarreiðaríini og Havsbrún í Fuglafirði eiga annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis bróðurpartin í føroysku uppsjóvarvirkjunum. Hesi virki fáa tískil sína rávøru 200 milliónir krónurnar bíligari, enn um tey skuldu kappast við virkini í grannalondunum um rávøruna.

Fakta er tískil, at føroyska uppsjóvarvinnan á landi er stuðlað í høvd og reyv.

Í filminum hjá Reiðarafelagnum verður eisini reypað av, at tað eru reiðararnir, sum við teirra virksemi fylla almennu kassarnar – 75 milliónir krónur í partafelagsskatti, 130 milliónir krónur í loyvis- og tilfeingisgjøldum og 5 milliardir krónur í avleiddum virksemi. Alt hetta bara í 2015.

Manningarnar verða bert nevndar sum passivir móttakarar av 950 milliónum krónum í hýrum

Er tað ikki líkamikið, akkurát hvør hevur goldið hvat, tí alt stavar kortini frá fiskivinnuni, kundi onkur spurt.

Men nei, tað er ikki líkamikið, tí Føroya Reiðarafelag brúkar tølini til at argumentera fyri, at tað skal vera tilfeingisgjald á fiskivinnuni – altso eitt kilogjald – og viðvíkjandi tilfeingisgjaldinum hava reiðararnir sanniliga ikki gloymt at nevna manningarnar hesi seinastu árini.

Føroya Fiskimannafelag hevur sum hitt einasta felagið ongantíð góðtikið tilfeingisgjaldið, men tað hevur Føroya Reiðarafelag. Reiðararnir hava harafturat kravt og fingið viðhald í, at manningarnar skuldu gjalda ein stóran part av tilfeingisgjaldinum.

Tað merkir, at manningarnar hava goldið ein stóran prís fyri framíhjárættindini, sum reiðararnir einsamallir hava til fiskatilfeingið.

Tað merkir eisini, at manningarnar hava goldið ein triðing av hasum 130 milliónum krónunum, sum reiðararnir í filminum hjá Føroya Reiðarafelag reypa av at hava goldið í loyvis- og tilfeingisgjøldum.

Mortan G. Berjastein

nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo