Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Kanska væl skilligt at Felagið Nótaskip ynskir tøgn. Møguliga ein roynd at halda fólki frá at granska boðskapir teirra nærri.

Í greinini á heimasíðuni hjá hjá Felagnum Nótaskip frá 10. mars 2017 við yvirskriftini Frá marknaðarskipan til politiska útluting framgongur, at limirnir í Felagnum Nótaskipini hava tillagað sín flota frá 21 skipum til 7 skip.

Einki framgongur um, hvørji feløg og skip talan er um. Einki um, hvørji fiskirættindi talan er um, ella í hvørjum tíðarskeiði henda tillagan er farin fram. Ongar faktuellar upplýsingar hevur stjórin Jógvan Jespersen, fyrrverandi tíðindamaður og kringvarpsstjóri, leverað í samband við sínar pástandir, sum skulu seta hansara limir í eitt serligt ljós.

Uppáhaldið um tillagingina er ikki einasta manipulerandi upplýsingin, sum fyrrverandi tíðindamaðurin ber fram á torg. Í einum skrivi á heimasíðu felagsins frá 17. mars 2017 undir yvirskriftini Nýskipanin stórar avleiðingar fyri nótaskipini  framgongur,  at “Útrokningar eftir hesum leisti (nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum) vísa, at kvoturnar hjá nótaskipunum minka munandi í nýggju skipanini”.

Víst verður á, at “Um nýskipanaruppskotið hevði verði veruleiki, so høvdu kvoturnar hjá nótaskipum av svartkjafti minkað 48%, kvoturnar av norðhavssild 56% og kvoturnar av makreli høvdu minkað 33% sammett við gomlu skipanina”.

Hvørja ‘gamla skipan’ vísir fyrrverandi tíðindamaðurin í roynd og veru til?

Í 1994 samtykti Løgtingið “Lógina um vinnuligan fiskiskap”. Lógin tók støðið í, at allir aktørar (feløg/fiskifør), sum vóru í vinnu í 1993, hildu áfram í sama fiskiskapi í nýggju skipanini í 1994. Í 2007 varð henda skipan sett til at fara úr gildi árskifti 2017/18.

Mótsett tí, sum hevði verið galdandi fyri 1994, so knýtti lógin um vinnuligan fiskiskap fiskirættindi beinleiðis at persónum og feløgum – leyst av fiskiførum/stálinum – við einum býtislykli, ið var grundaður á søguliga veiðu innan hvønn bólk sær.

Í hesum sambandi varð gjørd ein skipan við veiði- og fiskiloyvum, soleiðis at skilt varð í millum fiski- og veiðrættindi, tvs ímillum millum fiskirættindini hjá feløgum og veiðirættindi hjá fiskiførum. Bert línubátar kundu fiska línubátarættindi, trolarar fiska trolararættindi, garnaskip fiska garnarættindi, útróðrarbátar fiska útróðrarrættindi, nótaskip fiska nótarættindi osfr. osfr.

Hesi viðurskifti framganga greitt bæði av lógarteksti og fyrisitingarpraksis í Fiskimálaráðnum fram til 2009. Sum dokumentatión fyri hesum kann t.d. LUM mál: nr. 200100004 lesast. Hetta mál snúði seg um eina kæru frá einum borgara. Persónurin (L) var eitt av trimum embætisfólkum úr Fiskimálaráðnum, sum vóru møtt hjá umboðsmanninum at greiða frá m.a. ymisku hugtøkunum í lógini:

“(L) greiddi frá, at heitið ‘veiðiloyvi’ stavar frá 1987 og er ein góðkenning, sum knýtir seg afturat tí einstaka skipinum/bátinum. Somuleiðis greiddi hann frá hugtakinum ‘fiskiloyvi’, sum viðvíkir sjálvum fiskirættindunum og er knýtt at tí einstaka persóninum/felagnum, men sum er óheft av tí einstaka fiskifarinum”.

Árini 2000 til 2009 var føroyska kvotan av makreli um.l. 30.000 tons. Av hesum hava føroysk feløg/fiskifør søguliga veitt uml. 15.000 tons, meðan restin er farin til umbýti fyri rættindi hjá føroyskum feløgum/fiskiførum í fremmandum sjógvi.

Í 2010 og 2011 varð føroyska kvotan eftir makreli hækkað úr søguligu uml. 30.000 tonsum til 150.000 tons. Um hetta tilfeingið hevur Fiskimálaráðið í fleiri umførum gjørt galdandi, at talan í lógarhøpi er um nýtt tilfeingið, ið einki einstakt felag ella bólkur av feløgum hevði ræðisrætt á ella framíhjárætt til. Tann, ið hevur áhuga í hesum, kann t.d. lesa frágreiðingina frá Fiskimálaráðnum til Løgtingið í samband vil aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini:

”Viðhvørt tekur nýggjur fiskiskapur seg upp, har eingin kann vísa á meira søguligan rætt enn onnur. Dømi um nýggjan fiskiskap eru fiskirættindi, sum ikki hava verið tøk hjá føroyska fiskiflotanum áður, ella í hvussu so er ikki í nýggjari tíð. Toskafiskiskapurin á Flemish Cap og makrelurin í føroyskum sjógvi kunnu í hesum samanhangi vera dømi um nýggjan fiskiskap.” (Løgtingsmál nr. F-2/2012, síða 9-10).

Eftir eina trilvandi tilgongd í 2010 gjørdi tann sokallaða makrelsamgongan í 2011 eina fiskivinnu-politiska langtíðarsemju. Semjan fevndi um tveir høvuðstættir: Øðrumegin útlutan av nýggja uppisjóvartilfeinginum, og hinumegin, at øll føroysk fiskiveiða skuldi vera lívfrøðiliga burðarygg innan fimm ár.

Í samsvari við langtíðarsemjuna tryggjaðu Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Poul Michelsen, at meginparturin av nýggju ørgrynnuni av makreli – sum eingin sambært Fiskimálaráðið hevði nakran framíhjárættindi til – fór til limirnar hjá Felagnum Nótaskip.

Felagið Nótaskip staðfestir og gremur seg nú um, “at kvoturnar hjá limum hansara minka munandi í nýggju skipanini”. Limirnr hjá Jógvan Jespersen verða settir í offurrolluna við at seta upp ein mótsetning millum (góðu) ‘gomlu skipanina’ og (ræðuligu) ‘nýggju skipanina’ hjá samgonguni. Góða gamla skipanin er tann frá 2011, ið fleirfaldaði rættindini hjá limunum í Felagnum Nótaskip, og burtur av hesum missa hesir í stórum, sambært Felagnum Nótaskip. Og tað er helst so satt, sum tað er sagt.

Men henda uppseting er eisini manipulatión.

Veruliga søgan hjá Felagnum Nótaskip er heldur, at “vit missa partar av okkara framíhjárættindum!”! Men soleiðis verður hon ikki søgd á heimasíðu felagsins. Hegnisliga verður lopið um, at gamla skipanin eru tey søguligu rættindini, t.d. uml. 15.000 av makreli. Hetta skal skrivast út úr søguni fyri at limirnir í Felagnum Nótaskip kunnu framstanda sum offur, ið hava orsøk fyri at gremja seg um hóttafallið, ið stendur fyri framman.

Hví samanber Felagið Nótaskip ikki síni rættindi í veruligu gomlu skipanini (sum felagið í 2009 tvíhelt um, fyri at eingin annar skuldi sleppa upp í part) við ta nýggju skipanina ? Kanska tí tað so hevði staðið eftir, at sjálvt við nýggju skipanini hava limirnir hjá Felagnum Nótaskip framvegis nógv størri rættindi enn teirra søguligu rættindi.

Aðrir partar av vinnuni hava alla orsøk fyri at stúra meira enn Felagið Nótaskip í samband við nýggju skipanina. Tí nú letur til, at annar partur av langtíðarsemjuni skal fremjast í verki. Sambært nýggja uppskotinum skulu tey feløg, sum als ikki – ella bert partvís – fingu atgongd til ovurhonds stóru nøgdirnar av nýggja tilfeinginum í føroyskum sjógvi, laga seg til 15.000 tons av toski og hýsu – ella stóran triðing av søguligu langtíðarjavnvágini uppá 40.000 tons.

Sambært nýggja uppskotinum, so skal tað, sum liggur omanfyri tey 15.000 tonsini, keypast í kapping við m.a. samtøkini, sum eiga nótaskipini.

Áhugvert at vita, hvat kappingarráðið sigur til slíka ójavna kapping.

Meinhard Jacobsen,
fyrrverandi nevndarlimur í FAG

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo