Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Innlendis ítróttur

FSF: Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur saman við hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen kunngjørt hópin til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra.

Tveir spælarar eru boðsendir hesaferð, sum ongantíð áður hava verið partur av A-landsliðnum. Talan er um Andrias Høgnason Eriksen úr B36, og Jákup B. Andreasen úr KÍ.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)
Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jákup Ludvig Thomsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Jóannes Bjartalíð, KÍ

Fríggjadagin 7. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Spania á Tórsvølli, og mánadagin 10. juni klokkan 19:45 tekur føroyska landsliðið ímóti Norra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo