Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Lesarin skrivar

Munur er ikki tað sama sum mismunur, og javnstøða er eitt hugtak, sum má definerast nærri, um vit skulu ganga eftir tí, ið formaðurin í javnstøðunevndini førir fram í sambandi við ynski um at broyta barnsburðafarloyvið. Eg havi altíð hildið og havi lært, at kvinnur og menn hava sama virði, hóast tey eru ymisk. Ikki at vera líka merkir ikki, at ein ikki hevur sama virði. Í sambandi við at eitt barn verður borið í heim, er støðan hjá mammuni og pápanum ikki tann sama, so tað kann ongantíð verða ein javnstøða, men brúk er heilt vist fyri báðum foreldrunum, fyri at barnið skal fáa eitt so gott lív sum gjørligt. Hetta merkir ikki, at bæði foreldrini skulu hava sama leiklut, men at tey saman kunnu geva barninum alt tað, tørvur er á.

Hvat er motivið fyri javnstøðu?
Tankar eru frammi frá javnstøðunevndini um, at pápar skulu vera líka leingi heima hjá nýfødda barninum sum mammur, tvs. at tær 40 vikurnar skulu býtast í helvt, og her tykjast atlit ikki at vera til trivnaðin, hvørki hjá familjuni ella hjá barninum. Tá kann ein spyrja, hvat motivið er aftanfyri hetta. Fyri mær ljóðar tað ikki, sum endamálið er at familjan skal fáa tað so gott sum gjørligt, ella at barnið skal fáa so góðar umstøður sum gjørligt, men endamálið er “javnstøða”, definerað sum hvat? Tað tykist sum definitiónin er, at menn og kvinnur skulu vera líka á øllum økjum. Eftir mínum tykki er tað eitt privilegium at vera ymisk. Ført hevur verið fram í okkara samfelagi um fjølbroytni og ymiskleika, og hvussu stóran týdning tað hevur at góðtaka hetta og at vit vera ríkari av at vera ymisk. Men hetta tykist ikki at kunna verða góðtikið, tá tað kemur til familjuna og tað at vera hjún. Eitt hjúnaband millum ein mann og eina kvinnu átti at verið tað ultimativa fjølbroytnið, har ymiskleikin verður nýttur sum ein styrki hvønn einasta dag í familjuni, soleiðis at ein kann brúka tær sterku síðurnar og styrkja tær veiku síðurnar hjá hvørjum øðrum.

Er tað ótíðarhóskandi at gerast mamma?
Sagt verður, at lógin um barsilsskipan er ótíðarhóskandi, og tí verður ynski sett fram um at hon skal broytast. Hvat er tað so í hesari skipanini, sum skal eitast at vera so ótíðarhóskandi? Jú tað, at tað eru mammurnar, sum oftast velja at vera heima størra partin av tíðini, ið er givin familjunum at vera um lítla, nýfødda barnið.

Men hví munnu familjurnar velja hetta? Í staðin fyri at seta fokus á arbeiðs- marknaðin, eigur fokus at verða sett á støðuna, familjan er í, tá eitt barn er føtt í henda heim. Vit eiga ikki at gloyma, at tað er mamman, ið er við barn, og gongur við barninum í 9 mánaðir. Tað er hon, ið hevur tørv á at koma fyri seg og vera heima eina tíð, eftir at hon hevur átt barnið, og tað er hennara kroppur, sum hevur tilbúgvið seg til at vera heima hjá barninum fyrstu tíðina. Longu í viðgongutíðini fara nógvar fyrireikingar fram í kroppinum hjá mammuni, til barnið, ið skal verða føtt, m.a. við at eitt hormon ger, at mjólk verður framleidd, so hon kann geva bróst beint eftir føðing. Tætta sambandið millum mammu og barn eftir føðingina, tá barnið sýgur, ger at mjólkaframleiðslan av álvara fer í gongd, og meira barnið sýgur, størri verður mjólkaframleiðslan, og tí er neyðugt við einum tøttum sambandi teirra millum, um bróstagevingin skal eydnast væl. Hetta er eisini neyðugt, tá talan er um tví- ella tríburðar, tí tá økist framleiðslan eftir tørvinum, men skal tó siga av egnum royndum, at hetta krevur nógva tíð, men hetta ber til.

Bróstagevingin kann tó miseydnast, um mamman ikki fær stundir og frið til at geva bróst. Her er tað týðandi, at pápin hevur sín leiklut, so ein kann hjálpast at, so allur gerandisdagurin hjá familjuni kann hanga saman, eisini á praktiska økinum. Soleiðis eigur tað ikki at vera neyðugt at bæði foreldrini hava somu uppgávur, men heldur at tey supplera hvønn annan, so alt kann hanga so væl saman sum gjørligt.

Hjá mammuni hongur alt eisini saman á ein góðan hátt. Hormonini gera nevniliga eisini, at kvinnan kemur skjótari fyri seg eftir føðingina, tá hon gevur bróst, og hetta fær lívmóðrina at trekkja seg saman og harvið steðgar bløðingin skjótari hjá einari mammu, ið gevur bróst enn hjá einari, ið ikki hevur møguleika fyri tí. Harumframt hava hormonini týdning fyri tilknýtið millum móður og barn, og mangur maður man hava undrað seg yvir, hvussu nógva tíð ein mamma kann sita í friði við einum barni. Hetta er tó ikki so undrunarsamt, tí hesi hormonini hava eisini ein leiklut í at geva mammuni bindindi til at taka sær av barninum. Barnið kennir eisini tryggleika við at hoyra kenda hjartaslátturin hjá mammuni, so samanumtikið kann heilt víst viðmælast at halda fast við, at tað er skilagott, at mamman er tann, ið eigur at vera hjá barninum fyrstu tíðina eftir føðingina, har tað yvirhøvur er gjørligt.

Arbeiðsplássið fram um trivnaðin í familjuni?
Tá eg hoyri argumentatiónina, og tað harða yvirbráið, ið tykist vera yvir tí at royna at broyta barsilsskipanina til ein hægri instans, sum skal taka ræðið yvir sjálvsavgerðarrættinum hjá familjunum at skipa síni viðurskifti, soleiðis sum tað passar best fyri teirra familju, so haldi eg ikki, at arbeitt verður fyri at familjurnar skulu fáa tað so gott sum gjørligt. Heldur tykist endamálið vera at røkka tí, ið teirra eygum, “hægra endamáli”, ið er “javnstøða”, skilt sum at menn og kvinnur skulu vera líka nógv frá arbeiði í sambandi við barnsburð og munur má ikki vera á hesum, tí annars fara arbeiðsplássini at gera mun á, hvønn tey seta í starv, ein mann ella eina kvinnu.

Tó førir javnstøðunevndin fram, at gott er fyri barnið at fáa bróstamjólk, og tí skulu umstøður gerast til at mamman skal geva bróst á arbeiðsplássinum. Her tykjast fyri tað fyrsta atlit ikki at vera tikin til, at fyri at bróstagevingin skal eydnast væl, skulu umstøðurnar vera góðar til tess, hetta vita allar, sum hava roynt hetta. Fyri tað næsta er trupult at ímynda sær, at t.d. ein lærarinna, sum undirvísir einum flokki við 24 næmingum, skal fara at geva bróst mitt í arbeiðstíðini, helst fleiri ferðir um dagin í styttri og longri tíðarskeið, alt eftir, hvussu bróstagevingin eydnast, ella at ein sjúkrasystir á einari deild, har tørvur eisini er á øllum hondum, skal fara burturfrá mitt í øllum rokanum, ella ein flakakvinna, sum hevur eina ávísa uppgávu at gera, knappliga ikki er við í arbeiðsgongdini. Nógv onnur dømi kundu verið tikin, ið vísa, at fyri tað fyrsta tykist hetta ikki at vera ein góð støða fyri mammuna og barnið, men harumframt kann ikki væntast, at nógvir arbeiðsgevarar vera glaðir fyri at hava eina kvinnu í starvi, sum ikki er til staðar, hóast hon skal eitast at vera komin til arbeiðis. Vildi ikki mett, at hetta er nakað, ið eggjar arbeiðsgevarum at seta kvinnur í starv.

Antin javnt býtt ella missa tíðina saman við barninum?
Javnstøðunevndin førir fram, at pápakvotan og mammukvotan skal vera eins, og at tey sjálvi mugu gera av, um tey hvør í sínum lagi taka sín part, annars missa tey kvotuna, tí hetta er høvuðsorsøkin til ójavnstøðuna í samfelagnum. Við hesum verða atlit ikki tikin til barnið, men bara til javnstøðu. Hetta er sum at høgga barnið í helvt fyri at uppnáa rættvísi, uttan at hugsa um, hvat er best fyri barnið í einstaka førinum. Vilja vit sum samfelag ikki hava, at foreldrini eru heima saman við sínum børnum so leingi sum tilber, so fyrsta tilknýtið kann verða so gott sum gjørligt, og barnið kann kenna seg trygt, áðrenn tað skal út til onnur? Vilja vit heldur, at barnið skal missa helvtina av tíðini heima hjá foreldrunum enn at mamman ella pápin taka meginpartin, um tað er tað, familjan ynskir? Her eiga atlit at vera tikin til barnið heldur enn bara til tey vaksnu ella sakina “javnstøðu”.

Hóast mamman er tann, ið er heima hjá barninum fyrstu tíðina, hevur samdøgrið 16 tímar eftir arbeiðstíð, har foreldrini kunnu vera saman um barnið, umframt øll vikuskiftini. Tí er tað, at siga at pápin bara sleppur at síggja barnið 7% av tíðini, snøgt sagt ikki satt. Eisini er at gleðast um, at pápin nú kann vera heima í 4 vikur saman við familjuni í sambandi við barnsburð. Pápin hevur avgjørt sín stóra leiklut í familjuni, og tørvur er á honum, men tað eigur at vera upp til einstøku familjuna at avgera, hvør av foreldrunum skal vera heima hjá barninum eftir tær fyrstu mánaðirnar, har tørvurin á mammuni er størstur.

Barnatalið
Vit plaga at gleðast um, at føroyskar kvinnur fáa lutfalsliga nógv børn í mun til kvinnur í flestu londum kring okkum, og av hagtølum fyri samlaða føðitíttleikan í Norðurlondum sæst, at føðitíttleikin er størstur í Føroyum. Ein av orsøkunum kann væl vera, at kvinnurnar tíma og orka at fáa børn, tí tær fáa møguleika at vera rímiliga leingi heima hjá børnunum í barnsburðarfarloyvi. Spurningurin er, um kvinnurnar fara at hava orku til at fáa eins nógv børn og tær gera í dag, um tær verða noyddar út á arbeiðsmarknaðin so stutt eftir at tær hava átt, sum ætlanin hjá javnstøðunevndini er. Eisini kann væl hugsast, at møguleikin at arbeiða niðursetta tíð, sum nógvar kvinnur í Føroyum í dag hava valt, eisini er ein viðvirkandi faktorur til høga barnatalið, og harvið góðu umstøðurnar hjá foreldrum at fáa gerandisdagin at hanga væl saman, tí familjan er ein eind, sum skal virka. Ein familja er ikki nakrir einstaklingar, sum bara skulu syrgja fyri at fáa sín egna tørv nøktaðan. Høga barnatalið er sanniliga eitt gott íkast til føroyska samfelagið, og tí er tíðandi at varðveita umstøðurnar fyri hesum.

Starvssetanir
Fyri at kvinnur ikki skulu vera fyri mismuni við starvssetan, eigur ein at tryggja sær, at arbeiðsgevarin setur tann í starv, ið er best skikkaður, og ikki eftir kyni. Um lógin ikki er nøktandi á hesum økinum sum nú er, eigur hon at vera broytt, uttan at broyta lógina um barnsburðarfarloyvi.

Mona Nattestad Steintún,
kona, mamma at fýra børnum og cand. mag. – í nevndu raðfylgju

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo