List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fíggjarnevndarforkvinnan, Ruth Vang, er ørkymlað um, at man ynskir at samtykkja uppskot um tunlar norður um fjall. Hon vil hyggja at heildini.

So eg vildi fegin frætt frá henni, hvat tað er, sum ørkymlar hana viðvíkjandi hesum.

Uppskotið, sum liggur í tinginum, leggur upp til, at Norðoyatunnilin fær møguleika at fíggja tunlarnar norður um fjall.

Í samferðsluætlanini eru 70 mió. kr settar av til tunlar norður um fjall 2021-2024. 

Og í løguætlanini hjá landsstýrinum fyri 2018-2022 verða nakað yvir 50 mió kr settar av um árið árini 2021-2024 til tunlar norður um fjall, tilsamans 205 mió kr (2 mió kr meir enn til Hvalbiartunnilin, so eg vænti tit skilja, at hetta eru ikki báðir tunlarnir, tit tosa um her. Altso koma eini 75 mió kr í 2025 samsvarandi við samferðsluætlanina).

Hesir pengar kunnu sostatt brúkast til at gjalda aftur til Norðoyatunnilin 2021-2024/5 eins og uppskotið leggur upp til.

Hvat er tað so, sum Ruth Vang er bangin fyri ikki fer at hanga saman á botnlinjuni?

Eg vildi fegin hoyrt Ruth Vang farið meira í smálutir við sínum ótta.

Harafturat kundi hon kanska svarað mær, hvar pengarnir skulu brúkast, sum í samferðsluætlanini og í løguætlanini í fíggjarlógini fyri 2018 eru oyramerktir til tunlar norður um fjall 2021-2024?

Um teir skulu brúkast til tunlar, so skuldi onki verið til hindurs fyri, at samgongan og restin av løgtinginum tekur undir við uppskotinum, sum Hvannasunds og Viðareiðis kommunur hava sent tinginum.

Hallgerð Akurstein, Hvannasund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo