At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Nú Løgtingið hevur samtykt at selja ein lítlan part av botnfiskakvotunum í Barentshavinum á uppboðssølu, hóttir Reiðarafelagið við at stevna.

Eg sigi bara, lat teir stevna. Og lat endiliga reiðaran á Enniberg droyma um, at  hann eigur tey søguligu rættindini til kvotuna í Barentshavinum. Sigast má, at tað var lagnunar speisemi, at tað var reiðarinnar politiski mótstøðumaður Atli Dam sáli, ið á sinni knúlvaði samráðingarumboðini hjá Noregi og Russlandi, soleiðis at Føroyar fingu eina kvotu, ið hevur havt ein ómetiliga stóran týdning fyri Føroyska samfelagið.

Tí henda kvotan kom at vera avgerðandi fyri, at Vesturvón og aðrir verksmiðjutrolarar yvirlivdu fíggjarliga um tað mundið, aftaná at londini settu sær 200 fjórðinga fiskimark. Áðrenn tað høvdu føroysku verksmiðjutrolarnir kunnað fiska nærum óavmarkað í Barentshavinum til og við 1978.  Nevnda kvota hevur eisini verið okkara uppsjóvarflota at gagni.     

Tað var ikki lukkuligt, sum borgarligu flokkarnir við nú falleraða Dagblaðnum á odda leikaðu í, tá Atli Dam sáli og samráðingarnevndin komu heim við hesum megnar úrsliti. ”Pappírskvota” og ”pappírsfiskur” ýldu teir í skaðafrøi.

Nú hevur pípan hjá teimum borgarligu fingið eitt heilt annað ljóð, og sambært Reiðarafelagnum og reiðaranum á Ennibergi, so meta hesir seg eiga kvotuna, ið fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins, Atli Dam sáli, saman við øðrum góðum monnun var faddur at. Ein kvota, sum ikki hevur verið ókeypis upp gjøgnum árini, tí sjálvsagt vóru treytir settar við, tá føroysku verksmiðjutrolararnir fingu loyvi at royna á nærum øllum leiðum í norskum og russiskum sjógvi.

Síðan tá hevur Fiskimálaráðið í umbýti við kvotuna í Barentshavinum latið meira enn seks milliónir tons av uppsjóvarfiski, mest svartkjafti.

So nógv hava Føroyar rinda í uppsjóvarfiski, afturfyri at verksmiðjutrolarnir hava kunnað fiska í norskum og russiskum sjógvi øll hesi árini.

Ein nýtist ikki at vera klókasta høvd í barnaskúlanum fyri at finna út av, at hetta eru øgiligar upphæddir í pengum, sum Føroya fólk á henda hátt hevur goldið reiðaranum á Ennibergi og øðrum, soleiðis at hesir tey seinastu 35 árini hava kunnað troytt fiskiskapin í Barentshavinum við stabilt stórum kvotum, ið aðrir veiðubólkar ongan møguleika hava havt at fingið part í.

Og tað er fyri so vítt í fínasta lagið, sjálvt um línu- og trolaraflotin helst heldur, at teir eisini áttu at fingið ein part, í øllum førum tá kvoturnar eru hækkaðar.

Hinvegin tykist tað ikki lítið frekt, tá Anfinn Olsen, reiðari við íslendskun kapitali í rygginum, í sjónvarpinum lovar bál og brand, nú sitandi samgonga hevur ætlanir um at royna eina uppboðssølu. Eina uppboðsølu uppá bara 10 prosent, ið skal geva okkum øllum eina hóming av, um tær nógvu milliónir tonsini av uppsjóvarfiski, ið Føroya fólk hevur goldið fyri kvotuna í Barentshavinum, er ein prísur, sum er á góðari leið.

At Anfinn Olsen og Reiðarafelagið taka so dýran til, at hótt verður við at fara í rættin við endurgjaldskravi ímóti Fiskimálaráðnum, tá sama Fiskimálaráð vegna Føroya fólk hevur goldið fyri kvotuna seinastu 35 árini, tað má sigast at vera markleysur frekleiki.

Ikki var neyðugt hjá eigaranum av Vesturvón at fara biddaraferð til Islands, soleiðis sum teir gjørdu, ið keyptu Vesturvón yvir nátt, meðan reiðarin var burturstaddur, uttan at táverandi manning og sørvingar fingu høvi at bjóða.

Hesar hóttanir eru  hvørki reiðarafelagnum ella Anfinni Olsen til nakran sóma, tá hugsað verður um tær øgiligu upphæddirnar, ið Fiskimálaráðið hevur tillutað teimum fyri kvotuna.

Kanska tað er ein onnur dagskrá aftanfyri tað øgilga trýst, ið Reiðarafelagið saman við borgarligu flokkunum hevur lagt á fiskimálaráðharran, sum tíbetur hevur staðið sum kletturin í hesum máli.

Kanska veruliga ætlanin hjá Reiðarfelagnum var at fáa borgarligu flokkarnar framat aftur. Hetta, sjálvt um hesir flokkar hava sitið í samgongu og umsitið fiskivinnuna seinastu 14 árini, uttan at teir so frægt sum hava  kunnað funnið eina semju um framtíðar fiskivinnupolitikkin. Og tað sigur ikki so lítið, nú teir av øllum alvi royna at gera alt fyri at forhála ein roynd hjá sitandi samgongu at orða ein fiskivinnupolitikk, nú tað bert eru tvey ár, til verandi veiðiloyvi ganga út.

Sum fyrr nevnt, so er tað langt úti, um Reiðarafelagið dittar sær til at stevna Fiskimálaráðið, tá sama ráð hevur verið so lagaligt at lati í milliónavís av tonsum av uppsjóvarfiski, fyri at verksmiðjutrolarnir framhaldandi kundu sleppa at troyta fiskaríkastu leiðir á heimshøvunum.

Um vit nú meta hesi 3000 tonsini, sum ætlan er at selja á uppboðssølu, upp ímóti øllum teimum tonsunum, sum eru fiskað í Barentshavinum hesi seinastu 35 árini, so er hetta piparnøtur, sum onkur fyrrverandi løgmaður einaferð segði.

Frank Davidsen
Sørvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo